Tryggingar Viðføri Vaccinatión Treytir Børn ESTA - Visum Kvinnur við barn Húsdjór Eurobonus

Treytir

Navn á ferðaseðli:

Tann ferðandi hevur ábyrgdina av, at ferðaskrivstovan fær røttu nøvnini frá teimum ferðandi. Nøvnini skulu altíð samsvara við navnið í passinum.  Tað áliggur tí ferðandi, so skjótt ferðaseðlar og onnur skjøl í samband við ferðingina er send til tann ferðandi, at tryggja at upplýsingar á skjølum eru røtt.
Ferðaskrivstovan átekur sær ongar skyldur í tí føri at skeivt navn er orsøk til at ferðin ikki kann gjøgnumførast. Tað áleggur øllum ferðandi at eftirkanna ferðaseðlarnar so skjótt teir eru móttiknir.
 

Ferðatíðir:

Allar tíðir á ferðaseðlinum eru lokalar tíðir.
 

Gjald:

Vit veita ikki kreditt til privat kundar, ferðin eigur at vera goldin til tíðina sum seljarin hevur upplýst at hon eigur at vera goldin. Umframt vanliga bankaflytingar, hava vit eisini gjaldsskipanina ”DIBS” Við hesari skipan ber til at trekkja upphæddina av kortinum hjá tí ferðandi. Tann ferðandi gevur okkum kort nummarið, og harvið eisini heimild at taka avtalaðu upphæddina av kortinum. Vit goyma ikki kort upplýsingar í skipanini, um hetta ikki er avtala áðrenn.
 

Broytingar av ferðaseðlum:

Ymiskar reglar eru fyri broytingum, spyr seljarin um hetta við bílegging av ferðaseðlinum.
 

Avlýsing av ferðaseðlum:

Ymiskar reglar eru fyri avlýsingum, spyr seljarin um hetta við bílegging av ferðaseðlum.
 

Pas og visum:

Tað er tann ferðandi sum hevur ábyrgdina av at hesi viðurskifti eru ílagi. Tann ferðandi eigur at fylgja við um visum krevst  til bílagdu ferðina. Tað er somuleiðis tann ferðandi sjálvur sum eigur at fylgja við um transitvisum er neyðugt, hetta tá ferðin er via okkurt annað land á veg til endaligu destinatiónina.  Meira kunning um hesi viðurskifti kann síggjast her 
Visum til Amerika, tá ið steðgað verður minni enn tríggjar mánaðir:
Tá ferðast verður til Amerika, skal eitt ESTA-skema fyllast út áðrenn fráferð. Hetta skema verður útfylt og sent elektroniskt. Hetta slagið av visum krevst óansæð, hvussu leingi uppihaldið í Amerika er. Um uppihaldið í Amerika er longri enn tríggjar mðr, krevst eitt visum frá amerikansku sendistovuni í Danmark aftrat hesum. ESTA kann fyllast út her

Um tú skalt via USA til Canada, ella Canada sum heild, so minst til at ETA eisini skal útfyllast her


Umframt hetta skal ferðaskrivstovan hava upplýsingar úr passinum, navn og nummar vm. Tað er tann ferðandi sjálvur sum hevur ábyrgdina av at ferðaskrivstovan fær røttu upplýsingarnar. Kann ein ferð ikki gjøgnumførast tí upplýsingar ikki samsvara við pass, kann ferðaskrivstovan ikki ábyrgdast fyri hesum.

 

Vaccinatión:

Sí serskilt punkt hesum viðvíkjandi.
 

Check inn tíðir:

Tað áliggur tí ferðandi at møta í góðari tíð til fráferðirnar. Minimums tíðirnar fyri check-inn skulu altíð vera uppfyltar.
 

Ábyrgd / reklamatiónir:

Ferðaskrivstovan er agentur fyri flogfeløgini, men tað er til eina og hvørja tíð flogfelagið sjálvt sum skal syrgja fyri at ferðin verður gjøgnumførd. Verður ferðin ikki gjøgnumførd av einar ella aðrari orsøk sum ferðaskrivstovan ikki hevur ávirkan á, so kann ferðaskrivstovan ikki ábyrgdast hesum viðvíkjandi. Í tílíkum føri verður ferðin ikki endurrindað.
 

Konkurs:

Ferðaskrivstovan kann kki ábyrgdast um eitt flogfelag ferð konkurs. Ferðin verður ikki endurrindað í tílíkum føri. Tað er ikki møguleiki at keypa konkurstrygging í Føroyum.  Sama er galdandi fyri bílagt hotel uppihald, bilaleigan, charterferðir, summarhús, feriuíbúðir vm. Ferðaskrivstovan kann ikki ábyrgdast konkurs hjá veitarum.
 

Pakkaferðir:

Pakkaferðir sum eru keyptar frá ferðaskrivstovuni eru umfataðar somu treytir sum omanfyri nevnt. Ein pakkaferð er ein ferð sum er samansett við tveimum ella fleiri veitarum. Kann td. vera flog og hotel sum ein pakki ella td. flog og charterferð sum ein pakki. Føroyskar ferðaskrivstovur eru ikki limir í ”rejsegarantifonden” og fylgja tíkil ikki treytir sum hesin stovnur setur til ferðaskrivstovur. Einki endurgjald verður veitt í samband við avlýsing.
 

Seperatir ferðaseðlar:

Í dag er tað meira vanligt at bílagt verður seperatir ferðaseðlar. Hetta merkir at ferðaseðlar eru ikki samanhangandi, kann td. vera ein ferðaseðil við Atlantic Airways og Finnair. Orsøkin kann vera at tað ikki finst nøkur avtala ímillum flogfeløgini, ella tí at tað er bíligari fyri kundan at gera ferðaseðilin í tveimum. Treytirnar við ikki samanhangandi ferðaseðlaum er nógv strangari enn við samanhangandi ferðaseðlum. Tá seinkingar td. eru í orsaka av veðri vm. so kunnu flogfeløgini ikki ábyrgdast um ferðaseðilin ikki er samanhangandi.  Tískil kann henda at ferðaseðlar vera avlýstir um tann ferðandi ikki møtir upp til ásettu tíðir vm. Ferðaskrivstovan kann ikki ábyrgdast hesum viðvíkjandi, tískil er tað umráðandi at spyrja seg fyri tá bílagt verður. 
 

Tryggingar:

Sí serskilt punkt hesum viðvíkjandi.

Corona:

Tað er tann ferðandi sjálvur sum má kunna seg um hvat er neyðugt at hava við av testum vm. uppá bílagda ferð.  Tann ferðandi kann fáa kunning á heimasíðuni hjá "Udenrigsministeriet" heimasíðan er www.um.dk

Ferðaskrivstovan kann veita ráðgeving, men kann ikki ábyrgdast um tann ferðandi verður noktaður at ferðast tí onkur skjøl ella testir mangla.