Hundurin ella kettan mugu í mesta lagi viga 5 kg og skulu vera í IATA-góðkendari tasku fyri at sleppa í kabinuna. Kostnaðurin er 40 kr. fyri hvørt kilo, tvs. hundur + taska. Størsta mát á kassa er 50 x 40 x 25 cm. Um hundurin ella kettan vigar meira enn 5 kg, skal hundurin í lastarúmið í góðkendari IATA-tasku.
Í sambandi við djóraflutning verða tit vinarliga biðin um at lesa heimasíðuna hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
Húsdjór mugu altíð bíleggjast og góðkennast til flutning, áðrenn tey kunnu takast við. Ring á 476363 ella send ein e-mail til fonnflog@fonnflog.fo og bílegg húsdjóraflutning.