Í komandi vetur fáa føroyingar aftur høvið at flúgva beinleiðis til sólina á Gran Canaria. Flogið verður beinleiðis hvønn mánadag úr Føroyum til Gran Canaria og heim aftur týsdagar frá 06. januar til 22. apríl. Seinasti túrur er 22 apríl 2025, tá verður flogið til og frá Gran Canaria sama dag. Um jólini og nýttár verður flogið annaleiðis, sí dato niðanfyri.
Flogtíðirnar vera hesar:
Desembur 2024 til januar 2025
Vágar - Las Palmas 07:30 - 12:45
Las Palmas - Vágar 09:55 - 15:30
06. januar 2025
Las Palmas - Vágar 13:45 - 19:20
Januar til apríl 2025
Vágar - Las Palmas 14:10 - 19:25
Las Palmas - Vágar 09:55 - 15:30
Allar tíðir eru lokaltíðir.
Flogið verður hesi dato:
VETURIN 2024
Frá 08. januar verður flogið til Gran Canaria til og við 03. apríl.
2024:
2025
Suðursíðan av Gran Canaria er tann mest vitjaða, har finnast hópin av hotellum og íbúðum. Playa Del Ingles, Maspalomas, Meloneras, Puerto Rico ella Mogan, hetta eru nakrir av teimum mest vitjaðu býunum. Í okkara pakkaferðum er sjálvandi eisini flutningur íroknaður.
Tað ber sjálvandi til at fáa pakkar við øðrum hotellum eisini, her hava vit bara tikið nøkur dømir. Hava tit onnur ynskir, so siga tit bara okkara seljarum frá, so fáa tit eitt tilboð upp á tað.
Playa del Inglés er uttan iva lívligasti og størsti feriubýurin á Gran Canaria. Tað er ein góð samanrenning av sól, strond og undirhald, og frálíkir møguleikar til shopping, matstovur, barrir og mang annað. Mjúka sandstrondin á Playa del Inglés er tann størsta og longsta strondin á Gran Canaria, og breiðir seg líka suður til Meloneras.
Maspalomas er eitt vælumtókt frítíðarøki sunnast á oynni, við longstu sandstondini á Gran Canaria. Strondin breiðir seg frá Playa del Inglés til býin Meloneras. Harumframt liggur stóra og vakra sandoyðinmørkin, Dunas de Maspalomas, eisini á økinum. Hópin av møguleikum eru, bæði til børn og vaksin. Býurin liggur ein stuttan gongutúr frá størsta feriubýin Playa del Inglés, og eksklusiva Meloneras.
Puerto Rico er býurin, ið hevur flest sóltímar á øllum Gran Canaria. So um er ynskið um at njóta sólina, so er hetta tað tryggasta valið. Býurin hevur nógv at bjóða uppá, bæði til børn og vaksin. Hotelli Fram við hvítu og fínu strondini eru freiri matstovur og barrir. Eitt sindur vestanfyri, liggur Playa de Amadores, ið er ein snjóhvít strond, ið er ein tann vakrasta strondin á oynni.
Puerto de Mogán er beint norðanfyri Puerto Rico, á suðurvest síðuni av Gran Canaria. Býurin er ein sera friðsælur og hugnaligur havnabýur, við fleiri útróðar- og frítíðarbátum. Harumframt er ein deilig 250 metra lang sandstrond. Framvið strandarvegnum eru fleiri handlar og matstovur - har marknaður er á skránni hvønn fríggjadag.
San Agustín liggur eystanfyri Playa del Inglés. Býurin er ein sera vakur, grønur og hugnaligur feriubýur. Niðri við sjógvin er ein deilig sandstrond, og ein strandarvegur, ið gongur suður til Playa del Inglés -ein góður gongutúrur á umleið fýra kilometrar. Strondin er sera barnavinarlig, og grynnur langt út. Í býnum eru fleiri matstovur og eitt gott shoopingsentur. San Augustín er ein meiri friðaligur býur, so er ynskið um eina avslappandi og róliga feriu, er San Augustín sera væl egnað.