San Agustín / Strond: 100 metrar / Centrum: 100 metrar

Abora Interclub Atlantic | 1 vika


 

Prísur
Fyri hvønn persón, tá ið tvey vaksin ferðast saman úr kr.  10.879,-

Fyri tvey vaksin og tvey børn (2-11 ár) úr kr. 34.565,-

Pakki

  • Ferðaseðlar
  • Gisting í átta nætur
    • 2 vaksin: Dupultrúmi
    • 2 vaksin + 2 børn: Familjukamari
  • All Inclusive
  • Hýruvognur frá flogvøllinum til hotellið t/r

GG! Prísurin avhongur alt av nær ferðast verður. Um ferðast verður í háárstíð ella um lítið pláss er umborð á Atlantic kann prísurin verða nakað hægri.

Hotellið
Abora Interclub Atlantic er eitt hugnaligt All Inclusive-hotell við mongum hentleikum til alla familjuna. Hotellið liggur í einum frálíkum umhvørvi í San Augstín. Hotellið hevur stór øki við svimjihyljum, harumframt barnasvimjihyl fyri seg við einum lítlum vatnrusjibana. Ein av teimum størru svmjihyljunum hevur heili tríggjar rusjibanar, ið er til tey størru børnini. Annars er nógv á skránni gjøgnum dagin sum t.d. vatnfimleik,  petangue undirhald um kvøldið. Til tey smærru eru spælipláss og miniklub.

Gistast kann á dupultrúmum ella á familjurúmum, eisini ber til
at fáa "connecting" kømur.
Ummæli frá kunda:
"...Hotellið var fínasta slag. deiligt til okkum sum høvdu smábørn og eldri fólk við. Stille og roligt.
Undirhald hvørt kvøld, góður matur, nógv at velja í millum... fitt spælipláss til smábørn, eisini ein fittur lítil svimjihylur til tey. Tað liggur eitt sindur uttanfyri, ella tað tekur áleið 5-10 min at koyra til Playa del Ingles. So tað var friðarligt har hotellið lá. Man kann ganga framvið strondini, ella á einari gøtu heilt til Playa del Ingles við vogni og øllum. Tað tekur uml 40-60 min.!"