Share

Tryggingar

Ferðatrygging

Ferðatrygging er galdandi, frá tí tit fara á flog, og til tit koma aftur. Hon er góð at hava, um tit gerast sjúk, meðan tit eru burtur, um okkurt hendir, sum oyðileggur ferðina, um viðførið verður burtur ella stolið, ella um onkur í familjuni gerst sjúkur ella doyr. Hava tit ferðaískoyti (í Norðurlondum, Evropa ella øllum heiminum) í tykkara pakkatrygging, eru tit tryggjaði.


 

Avboðstrygging

Avboðstrygging geldur frá tí, tit keypa ferðina, og til ferðin er byrjað. Hon er góð at hava, um okkurt hendir, sum ger, at tit ikki kunnu fara avstað. Tað skal ein læknaváttan ella ein politirapport til fyri at fáa eina endurgjaldsferð ella pengarnar aftur. Tað ber ikki til bara at umbestemma seg. Hon kostar 3% av tí upphæddini, sum tit ynskja at tryggja, og skal gjaldast samstundis, sum ferðin ella tá ið dep. verður goldið.
Er ferðin treytað av at ein ávísur persónur skal við, sum t.d. við einum kóri, at verður kórleiðarin sjúkur, so kann kórið jú ikki fara avstað – tá kostar avboðstryggingin 6%. Tá skal navnið á tí persóninum skrivast á tryggingina.

Tit kunnu lesa meir um, hvat tryggingarnar innibera á www.trygd.fo og www.trygging.fo.
Biskupsstøðgøta 10 - Box 109 - FO-700 Klaksvík - Tlf. +298 47 63 63 - Fax +298 47 73 73
SMS á Trapputrøðni - FO-100 Tórshavn - Tlf. +298 47 63 63 - Fax +298 31 73 83
Brug af cookies
Hjemmesiden bruger cookies.

Cookies er nødvendige for at få hjemmesiden til at fungere og hjælper os med at levere vores tjenester. De oplyser hvordan du bruger vores hjemmeside og hjælper os med at forbedre din og andres oplevelse af hjemmesiden.

Klikker du videre på hjemmesiden, accepterer du vores brug af cookies.

Ønsker du at slette cookies kan der findes vejledninger på Google, se mere her.

OK, forstået!