Tryggingar Viðføri Vaccinatión Treytir Børn ESTA - Visum Kvinnur við barn Húsdjór Eurobonus

Eurobonus

EuroBonus gevur tær:

  • Stig á eina EuroBonus konto, hvørja ferð tú ferðast
  • Avsláttur á ávísum hotellum
  • Ymisk sertilboð frá EuroBonus
  • Framíhjárætt á bíðilistum
  • Avsláttur hjá ávísum bilútlegarum
  • Nýtslurætt til frítíðartilboð
  • og aðrar góðar fyrimunir.

Hvussu nógv stig kostar ein ferð?

Vágar - Beinleiðis t/r 20.000 stig
Ein ferð aftur og fram til onkra av floghavnunum flogið verður beinleiðis úr Vágum, kostar sama stigatal.
EuroBonus ferðir kunnu bara bíleggjast hjá SAS Eurobonus +45 32 32 61 61

Nýggjur bústaður at senda skrásett Bonus-stig til
Tá ið tú sendir skjøl í sambandi við vantandi EuroBonus-stig, skalt tú senda til henda bústað:
SAS
EuroBonus Retro-registration
STOWB-R
SE 195 87 Stockholm
Sweden

Legg við avrit av ferðaseðlinum og upprunaligu fráferðakortunum ella fakturum fyri gistingarhús/bil og skriva títt EuroBonus-limanummar á hvørt skjalið sær. Hevur tú viðmerkingar, skulu tær vera á enskum. Tað ber ikki longur til at biðja um at fáa stig eftirskrásett við at faksa skjøl til SAS.
Stig kunnu verða eftirskrásett í seinasta lagi seks mánaðar eftir virksemið. Treytin er tó, at tú vart limur tá.
Vinarliga legg tær í geyma, at á heimasíðuni hjá SAS kanst tú á einfaldan hátt eftirskráseta stig, ið tú hevur spart saman, tá ið tú hevur flogið við SAS. Einasta treyt er, at í minsta lagi 4 vikur og í mesta lagi 6 mánaðir skulu vera farnir, síðan tú fleyg. Trýst á "My EuroBonus" og vel "Missing Points".