Lærlingur til deildina í Tórshavn

10/21/2022 12:00:00 AM

 

 

Sóknast verður eftir lærlingi til ferðaskrivstovu okkara í Tórshavn

Arbeiði fevnir m.a. um:

  • Avgreiðslu av flogferðaseðlum
  • Hotel-, bil- og tok bíleggingar í samband við ferðina
  • Charter bíleggingar
  • Avgreiðsla av pakka- og bólkaferðum

Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin:

  • Er opin og hevur lætt við at samskifta
  • Klárar at hava nógvar bóltar í luftini samstundis
  • Góðan málkunnleika til føroyskt, norðurlendskt og enskt
  • Hevur FHS ella aðra miðnámsútbúgving.
  • Góðan teldu kunnleika

Læruplássið eru fulla tíð á deildini hjá Fonn Flog í Tórshavn. Skúlin verður tikin á Føroya Handilsskúla í Tórshavn.  Setanartreytir sambært S&K

Hevur hetta tín áhuga, send so eina skrivliga umsókn við teldupost til sfr@fonnflog.fo 

Umsóknarfreistin er 8. novembur 2022.