Vit sóknast eftir lærlingi

7/23/2025 12:00:00 AM

Sóknast verður eftir lærlingi til ferðaskrivstovu okkara í Tórshavn

Vit bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv. Arbeiði fevnir m.a. um:

Avgreiðslu av flogferðaseðlum
Hotel-, bil- og tok bíleggingar í samband við ferðina
Charter bíleggingar
Avgreiðsla av pakka- og bólkaferðum

Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin:

Er opin og hevur lætt við at samskifta
Klárar at hava nógvar bóltar í luftini samstundis
Góðan málkunnleika til føroyskt, norðurlendskt og enskt
Hevur FHS ella aðra miðnámsútbúgving.
Góðan teldu kunnleika
Læruplássið eru fulla tíð á deildini hjá Fonn Flog í Tórshavn. Skúlin verður tikin á Føroya Handilsskúla í Tórshavn. Setanartreytir sambært S&K

Hevur hetta tín áhuga, send so eina skrivliga umsókn við teldupost til sfr@fonnflog.fo

Umsóknarfreistin er 15 august 2025.