Nýggja RNP-skipanin er klár!

5/14/2018 12:00:00 AM

Portalurin skrivar á heimasíðu síni:

Vága Floghavn er nú liðug við RNP-innflúgvingarskipanini. Skipanini skal tryggja, at flogfør, sum skulu lenda á flogvøllinum, hava bestu møguligu umstøðurnar til hetta. 

Gudny Langgaard, stjóri á Vága Floghavn, sigur við KVF, at tað er neðygut hjá einum flogvølli at hava eina tílíka skipan.
At Vága Floghavn hevur fingið sær eina slíka skipan hevur fyrr skapa rumbul. Atlantic Airways hevur havt RNP skipan síðani 2012, og kostaði hetta felagnum 30 milliónir krónur. At Vága Floghavn nú hevur fingið sína egnu skipan merkir, at eitt nú SAS kann nýta hesa skipanina. Eitt nú Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, hevur kallað tað ein beinleiðis stuðul til kappingarneytarnar hjá felagnum, at Vága Floghavn nú hevur fingið sína egnu skipan.