Hetta skal gera tað lættari hjá fólki við ósjónligum brekum at ferðast

1/9/2020 12:00:00 AM

Um tú hevur eitt ósjónligt brek ella eina fjalda diagnosu kanst tú nú taka tað sokallaða “sólblómubandið” um hálsin. 

Hetta bandið gevur tekin til starvsfólk á flogvøllinum í Keypmannahavn um, at tú kanst hava tørv á eyka tíð, tolsemi ella onnur atlit. Starvsfólkini spyrja ikki, hvørja diagnosu ella brek tú hevur, men tey spyrja heilt víst, hvussu tey best kunnu hjálpa tær.

Felagið Sinnisbati fegnast um hetta, og tað er Sinnisbati, sum hevur umsett danska heitið "solsikkesnoren" til "sólblómubandið".

Átakið er fyri tey, sum hava eitt nú ADHD, angist, autismu, alzheimers, ert orðablindi, gikt ella aðrar diagnosur, sum gera túrin gjøgnum flogvøllin torførari fyri tey enn fyri onnur.

Til ber at ogna sær sólblómubandið í kunningini í Terminal 3. Hann fæst eisini í flestu check-in støðunum. Sólblómubandið sær soleiðis út:

Kelda: in.fo
Mynd: cph.dk