Vit sóknast eftir lærlingi til deildina í Tórshavn

8/11/2025 12:00:00 AM

Sóknast verður eftir lærlingi til ferðaskrivstovu okkara í Tórshavn

Vit bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv. Arbeiði fevnir m.a. um:

  • Avgreiðslu av flogferðaseðlum.
  • Hotel-, bil- og tok bíleggingar í samband við ferðina.
  • Charter bíleggingar.
  • Avgreiðsla av pakka- og bólkaferðum.

Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin:

  • Er opin og hevur lætt við at samskifta.
  • Klárar at hava nógvar bóltar í luftini samstundis.
  • Góðan málkunnleika til føroyskt, norðurlendskt og enskt.
  • Hevur FHS ella aðra miðnámsútbúgving.
  • Góðan teldu kunnleika.

Læruplássið eru fulla tíð á deildini hjá Fonn Flog í Tórshavn. Skúlin verður tikin á Føroya Handilsskúla í Tórshavn. Setanartreytir sambært S&K

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sakaris Frederiksen á tlf. 220385

Hevur hetta tín áhuga, send so eina skrivliga umsókn við teldupost til sfr@fonnflog.fo

Umsóknarfreistin er 25 august 2025.