Sjónlag til Føroya at halda fyrilestur
EITT LÍV UTTAN BRILLUR OG LINSUR
Geisla- og grástarviðgerð er nakað, sum føroyingar hava roynt seinastu árini við góðum úrslitum.
Fonn Flog hevur samstarvað við Sjónlag í fleiri ár, og eru teir serkønir á økinum innan hesar viðgerðir.
Tann 10. og 11. februar verður Axel Örn Ársælsson frá Sjónlag í Føroyum. Hann kemur halda fyrilestrar í Tórshavn og í Klaksvík, har hann fer at greiða frá, hvørjir møguleikar eru, um tú ynskir at sleppa av við brillurnar ella linsurnar.
Fyrilesturin verður hildin í miðhøllini á Skúlatrøð í Klaksvík, og á torginum í SMS í Tórshavn.
Mál: Skandinaviskt
Kostnaður: ÓKEYPIS atgongd
Í steðginum verður ókeypis drekkamuður at fáa.
Aftan á fyrilesturin er møguleiki at fáa eitt prát við Axel, og um áhugi er fyri tí, kanst tú bíleggja tíð.
Á Facebook síðuni hjá Fonn Flog eru gjørd tvey "Tiltøk", har tú kanst velja at trýsta á "Luttak" ella "áhuga/ður".