Roadtrip

Roadtrip til New Orleans

Mississippi, Memphis og Nashville

Nú hevur tú møguleikan at koma við á eina ógloymandi ferð til suðurstatirnar í Amerika, sum osa av tónleiki, mentan og søgu.

Á ferðini vitja vit í Tupelo, har Elvis undir fátæksligum umstøðum varð føddur.

Vit vitja eisini Graceland og Sun Studio í Memphis, har Elvis búði og fekk síni fyrstu hitt.

Í Memphis vitja vit eisini í National Museum of Civil Rights, har Martin Luther King varð myrdur í 1968.

Vit koyra ígjøgnum Mississippi Delta-økið, har serliga intensiva trælahaldið var við til at skapa blús-tónleikin.

Vit vitja legendariska Crossroads-gittar-monumentið í Clarksdale, har Robert Johnson segðist selja sína sál til hin grábeinta fyri at fáa sínar gittarførleikar.

Vit koyra eftir søguliga Highway 61 fram við Mississippi-ánni og vitja á Frogmore Plantation og síggja, hvussu trælatíðin sá út.

Síðandi fara vit til Baton Rouge, har Kris Kristofferson fekk íblásturin til Me and Bobby McGee.

Vit vitja Jimmie Rodgers-savnið í Meridian, har kontry-tónleikurin byrjaði.

Og vit vera nakrar dagar í tí eksotiska New Orleans, har vit uppliva søguliga býarpartin French Quarter, tí heimskendu Bourbon Street og vit sigla við dampskipi á Mississippi-ánni, vitja Louis Armstrong Park og legendariska Congo Square.

Og vit vitja bæði Grand Ole Opry og Country Music Hall of Fame í Nashville.

Roadtrip-túrurin er ikki bara ein ferð til eitt annað land – tað er ein ferð aftur til hjartað av amerikonsku mentanini, har tónleikur, søga og kenslur ganga hond í hond.

Vit hava sjálvandi gittar við og skipa fyri bæði Kristofferson- og Elvis-kvøldi.

Pakkaprísur fyri hvønn á dupultkamari kr. 34.950 íroknað:

  • flogferð
  • gisting
  • morgunmatur á hotellunum
  • bussur
  • atgongumerki til Mississippi River Cruise
  • WW2 museum
  • Civil War Museum
  • Jazz Museum
  • Jimmie Rodgers Museum
  • føðistaðið hjá Elvis í Tupelo
  • Graceland, Sun Records
  • Civil Right Museum
  • Grand Ole Ophry
  • Country Music Hall of Fame

Tað ber til at fáa einarúm fyri ein pakkaprís fyri kr. 48.630.

Ferðaleiðarar eru Rani Nolsøe og Eyðbjørn Poulsen.

Fyribils skrá:

5/10, dagur 1:
Ferðin byrjar í Vágum, vit flúgva umvegis Ísland til Nashville.
Tá vit eru lend, koyra vit á hotellið.

6/10, dagur 2:
Vitja í Tupelo, har Elvis Presley varð føddur og vit fyriskipa einum Elvis-kvøldi.

7/10, dagur 3:
Fara til Meridian og vitja savnið hjá kontrykonginum Jimmie Rodgers.

8/10, dagur 4-8:
Koyra til New Orleans og gista har í fimm nætur.

13/10, dagur 9:
Vitja í Baton Rouge, Kris Kristoffersen-kvøld.

14/10, dagur 10:
Koyra til Jackson í Mississippi Delta økinum.

15/10, dagur 11:
Fara til Memphis og gista tvær nætur.

17/10, dagur 12:
Koyra til Nashville, gista eina nátt.

18/10, dagur 13:
Heimferðin byrjar.


Ferðatíðir
:

  • 5. okt: Vágar - Keflavík, fráferð 14:30, koma 15:25
  • 5. okt: Keflavík - Nashville, fráferð 17:10, koma 19:30
  • 18. okt: Nashville - Keflavík, fráferð 20:55, koma 08:40+1
  • 19. okt: Keflavík - Vágar, fráferð 10:55, koma 13:45

Yvirnáttingar:

  • 5. okt: Nashville eina nátt
  • 6. okt: Tupelo eina nátt
  • 7. okt: Meridian eina nátt
  • 8. - 13. okt: New Orleans fimm nætur
  • 13. okt: Baton Rouge eina nátt
  • 14. okt: Jackson eina nátt
  • 15. - 17. okt: Memphis tvær nætur
  • 17. okt: Nashville eina nátt

GG! Avmarkað Nøgd. Túrurin verður bert gjørdur, um nóg nógv melda til. Fyrivarni verður tikið fyri broytingum og villum. 

   
Ring á 47 63 63, ella send ein teldupost á fonnflog@fonnflog.fo
  
Roadtrip