Costa Adeje / strond: 500 metrar / centrum: 100 metrar

GF Fañabé

Prísur við morgunmati

Tað ber eisini til at fáa hálv penjsón og all inclusive á hesum hotellinum, sí longri niðri.

Prísur fyri hvønn persón, tá ið 2 vaksin ferðast saman úr kr. 9.615,-

Samlaður prísur, tá ið 2 vaksin og 2 børn ferðast saman úr kr. 29.639,-

 Íroknað pakkanum

  • Ferðaseðlar, Føroyar - Tenerife.
  • Gisting í dupultkamari/familjukamari í 7 dagar.
  • Morgunmatur.
  • Hýruvognur til hotellið t/r.

 

Eyka 2 vaksin

  • Hálv pensjón úr kr: 450,- fyri hvønn.
  • All inclusive úr kr: 1.699,- fyri hvønn.

Eyka 2 vaksin og 2 børn

  • Hálv pensjón úr kr: 1.105,- afturat samlaða prísinum.
  • All inclusive úr kr: 5.079,- afturat samlaða prísinum.

Hotellið

Hetta hotellið liggur einans nakrar fáar minuttir til gongu frá strondini. Á økinum rundan um strondina eru fleiri matstovur og barrir, har tú kann njóta ein lekkran bita. Hotellið hevur heili fimm hitaðar svimjihyljar, ein, sum er vælegnaður til børn, tveir bert til vaksin og eisini svimjihyljar, ið eru til alla familjuna. Eisini eru lekkur øki við sólstólum og sofum, har tú kanst liggja og sóla tær, sita og njóta sólina og slappa av. Bæði innandura og uttandura eru øki gjørd serliga til børnini, har tey kunnu stuttleika sær.
Hetta hotellið er tí væl egna bæði til vaksin og eisini til barnafamiljurnar, ið ynskja at stuttleika og hugna sær saman.