Beinleiðis til Tenerife á heysti 2025. Fráferðin er mikudagar og flogið verður fimm túrar frá 08. oktobur til 05. novembur
Íroknað pakkaferðirnar til Tenerife er flogferð, uppihald og transportur til og frá hotellinum.
Hópin av hotellum eru at velja ímillum á Tenerife. Her á síðuni hava vit samansett nakrar pakkar við nøkrum útvaldum hotellum á Tenerife. Her eru bæði hotell til barnafamiljuna og til pør uttan børn.
Tað ber sjálvandi til at fáa pakkar við øðrum hotellum eisini. Hava tit onnur ynski, so siga tit bara okkara seljarum frá, so fáa tit eitt tilboð upp á tað.
Playa de las Americas
Playa de las Americas er ein nýmótans og væl dámdur feriubýur, á tí sólríku eystursíðuni á Tenerife. Her finnur tú alt, tú kanst ynskja tær av eini sólferð: strendur, shopping, útferðir, ítrív, matstovur og barrir.
Costa Adeje
Costa Adeje er í suðurpartinum av Tenerife og er ein av mest vitjaðu støðunum á oynni. Býurin hevur nøkur av teimum bestu underhalstilboðunum á Tenerife, við góðum matstovum og hotellum. Og ikki minst eru nógv væl dámd støð her, sum til dømis vatnlandið Siam Park ella náttúruøki Barranco del Infierno.
Los Cristianos
Los Cristianos er ein róligur býur við vøkrum strondum, hugnaligum matstovum og góðum golfbanum. Alt er staðsett tætt við strondina við nógvum pálmatrøum og lívliga miðbýnum.