Milano

Beinleiðis til Milano á sumri 2027

Kom við til Milano 🇮🇹✨

Uppliv italienskan hugna, mat og italienska mentan í fantastiska Milano! Gakk ein túr gjøgnum býin og síggj kend støð sum Duomo-kirkjuna, Galleria Vittorio Emanuele II og tann søguliga miðbýin. Set teg niður á eina hugnaliga kafé, njót ein góðan italienskan espresso ella royn eina italienska máltíð.

Milano er eisini kent fyri móta og shopping, so her er ríkiligt at uppliva – bæði fyri tey, sum elska mentan, mat, søgu og ein  lívligan bý, og fyri tey, sum bara vilja njóta italienska stemningin.

Men hví steðga í Milano? 🇮🇹☀️

Tá tú ert í Italia, kanst tú eisini leggja leiðina víðari til aðrar spennandi, søguligar og romantiskar býir so sum Venedig, Verona, Róm ella Napoli.

Um tú heldur droymir um eina róliga feriu við sól, bláum sjógvi og strondum, so eru nógvir møguleikar at fara til Amalfi, Sorrento, Bari ella Palermo.

  • – romantiskur og søguligur býur, og nær við eru strendur við Adriatarhavinum.

  •  – kendur strandbýur við longum sandstrondum og nógvum lívi um summarið.

  •  – hugnaligur og litríkur strandbýur við sandstrond og gomlum býarparti.

  •  – friðarligur strandbýur við góðum strondum og hugnaligum gomlum býarparti.

  •  – stórur og lívligur strandbýur við Adriatarhavinum, sum er kendur fyri langar sandstrendur.

  •  – strandbýur við nógvum matstovum, shopping-møguleikum og lívi.

  •  – langar sandstrendur og eitt gott øki til familju- og summarferiu.

Um tú vilt hava býir, sum eru lættir at kombinera við Milano, so hygg serliga at Jesolo, Caorle, Grado og Rimini.

Italia hevur alt – og ferðin byrjar í Milano. 🇮🇹❤️

 

Vit seta ferðina saman júst til tín ✈️🇮🇹

Hví velja eina ferð, sum er eins fyri øll, tá tú kanst fáa eina ferð, sum er gjørd júst til tín?

Vit hjálpa tær at seta eina pakkaferð saman eftir tínum ynski. 

Vit taka okkum av øllum tí praktiska og hjálpa tær við at finna ferð, gisting, flutning, leigubil og upplivingar. 

Fráferðin til Milano er mikudagar og flogið verður frá 2. juni til 1. septembur 2027