Beinleiðis til Mallorka á sumri 2025. Flogið verður hvønn mikudag frá 25. juni - 13. august
Flogtíðirnar vera hesar:
Vágar - Mallorka 07:00 - 11:40
Mallorka - Vágar 12:40 - 15:30
Allar tíðir eru lokalar tíðir.
Íroknað pakkaferðirnar til Mallorca er flogferð, uppihald og bus-transportur til og frá hotellinum.
Hópin av hotellum ella íbúðar hotellum eru á at velja ímillum á Mallorca, alt frá Alcudia víkini til eystursíðuna hvar tað er meira friðarligt at vera. Her á síðuni hava vit samansett nakrar pakkar við nøkrum útvaldum hotellum á Mallorca. Her eru bæði hotellir til barnafamiljuna og eisini til pør uttan børn.
Tað ber sjálvandi til at fáa pakkar við øðrum hotellum eisini, her hava vit bara tikið nøkur dømir. Hava tit onnur ynskir, so siga tit bara okkara seljarum frá, so fáa tit eitt tilboð upp á tað.