Gran Canaria 2022/2023

Gran Canaria frá 19. desembur 2023 til 03. apríl 2024

Í vetur fáa føroyingar eisini aftur høvið at flúgva beinleiðis til sólina á Gran Canaria.  Flogið verður beinleiðis hvønn mánadag (retur týsdag) úr Føroyum til Gran Canaria frá 8. januar til 3. apríl. Seinasti túrur er 3 apríl 2024, tá verður flogið til og frá Gran Canaria sama dag. Um jólini og nýttár verður flogið annaleiðis, sí dato niðanfyri. 

Flogtíðirnar vera hesar:
Vágar - Las Palmas xx:xx - xx:xx
Las Palmas - Vágar xx:xx - xx:xx

Allar tíðir eru lokaltíðir.

Flogið verður hesi dato:

2023:

  • 19. desembur
  • 29. desembur 

2024

  • 8. januar til 25. mars verður flogið til Gran Canaria hvønn týsdag, heimferðin er mikudag !
  • 03. apríl verður flogið til Gran Canaria og retur sama dag (seinasti túrur). 

 

Suðursíðan av Gran Canaria er tann mest vitjaða, har finnast hópin av hotellum og íbúðum. Playa Del Ingles, Maspalomas, Meloneras, Puerto Rico ella Mogan, hetta eru nakrir av teimum mest vitjaðu býunum.  Í okkara pakkaferðum er sjálvandi eisini buss flutningur íroknaður. 

Tað ber sjálvandi til at fáa pakkar við øðrum hotellum eisini, her hava vit bara tikið nøkur dømir. Hava tit onnur ynskir, so siga tit bara okkara seljarum frá, so fáa tit eitt tilboð upp á tað. 

 

Playa del Inglés er uttan iva lívligasti og størsti feriubýurin á Gran Canaria. Tað er ein góð samanrenning av sól, strond og undirhald, og frálíkir møguleikar til shopping, matstovur, barrir og mang annað. Mjúka sandstrondin á Playa del Inglés er tann størsta og longsta strondin á Gran Canaria, og breiðir seg líka suður til Meloneras. 

Maspalomas er eitt vælumtókt frítíðarøki sunnast á oynni, við longstu sandstondini á Gran Canaria. Strondin breiðir seg frá Playa del Inglés til býin Meloneras. Harumframt liggur stóra og vakra sandoyðinmørkin, Dunas de Maspalomas, eisini á økinum. Hópin av møguleikum eru, bæði til børn og vaksin. Býurin liggur ein stuttan gongutúr frá størsta feriubýin Playa del Inglés, og eksklusiva Meloneras.

Puerto Rico er býurin, ið hevur flest sóltímar á øllum Gran Canaria. So um er ynskið um at njóta sólina, so er hetta tað tryggasta valið. Býurin hevur nógv at bjóða uppá, bæði til børn og vaksin. Hotelli Fram við hvítu og fínu strondini eru freiri matstovur og barrir. Eitt sindur vestanfyri, liggur Playa de Amadores, ið er ein snjóhvít strond, ið er ein tann vakrasta strondin á oynni.

Puerto de Mogán er beint norðanfyri Puerto Rico, á suðurvest síðuni av Gran Canaria. Býurin er ein sera friðsælur og hugnaligur havnabýur, við fleiri útróðar- og frítíðarbátum. Harumframt er ein deilig 250 metra lang sandstrond. Framvið strandarvegnum eru fleiri handlar og matstovur - har marknaður er á skránni hvønn fríggjadag. 

San Agustín liggur eystanfyri Playa del Inglés. Býurin er ein sera vakur, grønur og hugnaligur feriubýur. Niðri við sjógvin er ein deilig sandstrond, og ein strandarvegur, ið gongur suður til Playa del Inglés -ein góður gongutúrur á umleið fýra kilometrar. Strondin er sera barnavinarlig, og grynnur langt út. Í býnum eru fleiri matstovur og eitt gott shoopingsentur. San Augustín er ein meiri friðaligur býur, so er ynskið um eina avslappandi og róliga feriu, er San Augustín sera væl egnað.


 

Les meira.
Marina Bayview
1
Prísur úr 11.785,-
Puerto Rico / Strond 1,2 km / Sentrum 1,5km /
Les meira.
Santa Monica Suites
2
Prísur úr 11.435,-
Playa del Inglés / Strond 200 m / Sentrum 200 m /
Les meira.
Hotel Servatur Casablanca
3
Prísur úr 11.995,-
Puerto Rico / Strond: 1500 metrar / Centrum: 400 metrar
Les meira.
Mogan Princess
4
Prísur úr 10.500,-
Playa de Taurito / Strond 1,2 km / Sentrum 1,5km /
Les meira.
Occidental Margaritas
5
Prísur úr 9.855,-
Maspalomas / Strond: 1800 metrar / Sentrum: 900 metrar
Les meira.
Labranda Marieta (Bert fyri vaksin)
6
Prísur úr 9.795,-
Playa del Inglés / Strond 150 m / Sentrum 400 m /
Les meira.
Maspalomas Princess
7
Prísur úr 10.355,-
Maspalomas / Strond 1,5 km / Sentrum 1,7km /
Les meira.
Hotel Gloria Palace San Agustin
8
Prísur úr 9.395,-
San Agustín / Strond: 600 metrar / Sentrum: 100 metrar
Les meira.
Abora Interclub Atlantic
9
Prísur úr 10.195,-
San Agustín / Strond: 100 metrar / Centrum: 100 metrar
Les meira.
Abora Buenaventura Hotel
10
Prísur úr 9.625,-
Playa del Inglés / Familju hotell / Strond: 700 m / Sentrum: 500 m
Les meira.
Hotel Gloria Palace Amadores Thalasso
11
Prísur úr 10.895,-
Playa de Amadores / Strond: 600 metrar / Sentrum: 800 metrar