EM Berlin 2024

 

EM- endaspælið í Berlin - januar 2024 

Berlin verður heimstaðurin hjá føroyingum til EM-endaspælið í januar. Føroyar komu í bólk D saman við grannum okkara úr Norra, umframt Slovenia og Póllandi.

Dystirnir hjá Føroyum vera:

Hósdagin        11. januar Slovenia – Føroyar
Leygardagin    13. januar Føroyar – Noreg
Mánadagin      15. januar Pólland – Føroyar

Dystirnir verða leiktir í Mercedes-Benz Arena í Berlin, sum tekur 14.800 áskoðarar

Pakkaferð úr kr. 10.880,- fyri hvønn við gisting í deildum dupultkamari. 

Íroknað pakkaferðina: 

  • Flogferð beinleiðis til Berlin og aftur. 
  • Gisting á Park Inn by Radisson Alexanderplatz 5 nætur íroknað morgunmat
  • Atgongumerkir til innleiðandi dystirnar hjá Føroyum ávíkavist 11., 13. og 15. januar. Sektión 220
  • Bussur (við komu) frá flogvøllinum í Berlin til hotellið tann 11. januar. Eingin bussur retur. 

Flogtíðir:

  • 11. januar Vágar - Berlin, fráferð kl.  06:40, koma til Berlin kl. 10:15
  • 16. Januar Berlin - Vágar, fráferð kl. 20:25, koma til Vágar kl. 22:00

Hava tit longu flogplássini, so ber eisini til at keypa einans hotel og atgongumerki til dystirnar frá okkum. 

Ring á 47 63 63, ella send ein teldupost á fonnflog@fonnflog.fo