Beinleiðis til Barcelona á sumri 2025. Flogið verður hvønn mikudag frá 25. juni - 24. septembur.
Flogtíðirnar vera hesar:
Vágar - Barcelona 12:00 - 16:30
Barcelona - Vágar 17:20 - 19:55
Allar tíðir eru lokalar tíðir.
Møguleiki er at samantvinna ferðina við td. eina viku í Barcelona og eina viku í Costa Brava.
Til pakkaferðina til Barcelona er íroknað flogferð og gisting á hotelli.
Til pakkaferðirnar til Costa Brava er íroknað flogferð, uppihald og transportur (egnan bus til Fonn Flog gestir) til og frá hotellinum í samband við flogtíðirnar.
Tað ber sjálvandi til at fáa pakkar við øðrum hotellum eisini, her hava vit bara tikið nøkur dømir. Hava tit onnur ynskir, so siga tit bara okkara seljarum frá, so snikka vit ferðina saman, júst sum tit ynskja.
Santa Susanna er ein av kendastu feriubýunum í Costa Brava umráðnum. Býurin liggur 50 km norðanfyri Barcelona, umleið 1 tíma við tok ella bili/bussi. Býurin hevur góðar strendur við hópin av matstovum og smáum handlum. Eftir strondini ber til at ganga til býin Malgrat de Mar, sum næstan er samanvaksin við Santa Susanna.
Beint sunnanfyri Santa Susanna liggur Calella.
Lloret de Mar er við meira enn 100 ára søgu eitt av teimum støðunum í Costa Brava sum vert er at vitja. Lloret de Mar liggur á suðursíðuni á Costa Brava, umleið 75 km norðanfyri Barcelona. Hopin av hotellum eru í Lloret de Mar, fleiri av hesum eru vælegnaði til familjur við børnum. Lloret de Mar er tann mest "stórbýar kendi" býurin í Costa Brava.
Tossa de Mar er ein sera hugnaligur býur umleið 100 km norðanfyri Barcelona. Tossa de Mar er væl minni enn bæði Santa Susanna og Lloret de Mar. Sjálvur býurin liggur í einum dali har borgin "Vila Vella" er høvuðseyðkennið. Vila Vella liggur við strondina og er væl umtókt av teimum ferðandi, hópin av fólki vitja borgina á hvørjum árið.
Á suðursíðuni í býnum er "des codolar" havnin har hópin av smáum fiskibátum liggja. Eisini er Tossa de Mar kent fyri sínar strendur, eitt nú kann nevnast "Cala Givirola" strondin sum er umleið 175 metrar til longdar.