Hvidbjerg Strand Feriepark fær seks stjørnur

6/21/2018 12:00:00 AM

Kampingplássið Hvidbjerg Strand Feriepark fær tillutað 6 stjørnur - og er sostætt fyrsta danska kampingplássið, ið fær tann heiðurin.

Tað er felagið Campingstjerner, ið luta út stjørnur til donsk kampingpláss.

- Vit eru øll sera stolt og glað. Vit ynskja at takka øllum okkara gestum, ið hjálpa okkum við at halda alt so fínt her í Hvidbjerg, skriva eigarnir aftan fyri Hvidbjerg Strand Feriepark á Facebook.

Fonn Flog hevur fyri stuttum gjørt samstarv við Hvidbjerg Strand Feriepark