Share

Vælveru uppihald á Hotel Skodsborg

Skodsborg1

Hotel Skodsborg er eitt vælveruhotel, sum liggur í hugnaliga býnum Skodsborg uml. 40 min. uttanfyri Keypmannahavn. Tað er lætt at ferðast til hotellið frá Keypmannahavn. Til ber at taka tokið frá Keypmannahavn til Hillerød, og síðani víðari við bussi sum koyrir beinleiðis til Hotel Skodsborg. Í alt uml. 40 min. Hotel Skodsborg bjóðar hópin av ymiskum vælveru viðgerðum og borðreiðir við leskiligum rættum í matstovuni.

Til ber at keypa ymiskar vælverupakkar, sum fevna seg yvir eitt vikuskifti. Men eisini er møguligt bara at taka ein heilan "SPA" dag á hotellinum, har tú kanst nýta SPA á hotellinum sum tú ynskir við vegleiðing frá starvsfólkinum á hotellinum.


Vælverupakki

Vælveru uppihald frá fríggjadag til sunnudag.

Íroknað er:

- Flogferð Vágar - Keypmannahavn t/r
- Gisting á Hotel Skodsborg í tvær nætur íroknað morgunmat
- Ókeypis atgongd til SPA á hotellinum við vegleiðing frá starvsfólki
- Ókeypis atgongd til Fitness á hotellinum

Kostnaður pr. pers.: úr kr. 5.325,-




SPA dagur

Um tú frammanundan ert í Keypmannahavn, er upplagt at njóta ein vælveru dag / SPA dag á Hotel Skodsborg

Íroknað SPA dag er:
- Atgongd til SPA á hotellinum ein heilan dag við vegleiðing frá starvsfólki
- Vatnbuffét, the og frukt 

Kostnaður pr. pers.: kr. 500,- **


Ella tú velur at uppgradera til DINNER SPA pakkan

Íroknað DINNER SPA dag er:
 - Atgongd til SPA á hotellinum ein heilan dag við vegleiðing frá starvsfólki
 - Vatnbuffét, the og frukt
 - Trý rættað matskrá á matstovuni íroknað eitt glas av víni, øl ella softdrink.

Kostnaður pr. pers.: kr. 900,- **

** Hesir SPA dagar kunnu bert bíleggjast frá Fonn Flog, um ein vikuskiftisferð ella flogferð verður keypt aftrat.

skodsborg02  Skodsborg03  Skodsborg06  


Les meir um Hotel Skodsborg her


Ring á tel. 476363 og bílegg ferðina

Biskupsstøðgøta 10 - Box 109 - FO-700 Klaksvík - Tlf. +298 47 63 63 - Fax +298 47 73 73
SMS á Trapputrøðni - FO-100 Tórshavn - Tlf. +298 47 63 63 - Fax +298 31 73 83
Brug af cookies
Hjemmesiden bruger cookies.

Cookies er nødvendige for at få hjemmesiden til at fungere og hjælper os med at levere vores tjenester. De oplyser hvordan du bruger vores hjemmeside og hjælper os med at forbedre din og andres oplevelse af hjemmesiden.

Klikker du videre på hjemmesiden, accepterer du vores brug af cookies.

Ønsker du at slette cookies kan der findes vejledninger på Google, se mere her.

OK, forstået!