Share

Detox í Íslandi



Fá útreinsandi viðgerð og lær um heilsu og sunnan lívsstíl á heilsudeplinum Detox í Keflavík.

Detox er ein heilsudepil í Keflavík í Íslandi, sum lat upp á vári í 2009.

Detox-viðgerðin, sum er ein útreinsandi viðgerð, er av fyrstantíð ment í Pólandi av dr. Eva Dabrowska og dr. Agneska Lemanczyk. Heilsuhotel Íslands (Detox heilsudepil) hevur síðani ment hesa viðgerð víðari og skræddaraseymað viðgerðina til norðurlendsku gestir teirra, og fleiri føroyingar hava longu roynt hesa viðgerðina við sera góðum úrsliti.

Stutt kann sigast um viðgerðina, at hon er grundað á viðurkendar medisinskar viðgerðarhættir, sum hava til endamáls at gera kroppin føran fyri at lekja seg sjálvan. Høvuðstættirnir í viðgerðini eru fyrst og fremst ein neyvt samansett kostætlan, ið bert inniheldur vistfrøðiligt grønmeti og vistfrøðiliga frukt. Aðrir týðandi tættir eru rørsla, infrareytt ljós, hitarúm, vøddamýking og colonhydroterapi. Harumframt verður stórur dentur lagdur á at upplýsa um heilsu og sunnan lívsstíl.

Við vakra Íslandi sum karmi, fáa kroppur og sál tín umstøður at reinsa út og harvið lekja seg sjálvi. Úrslitið er eitt heilt annað slag av yvirskoti og orku.
Undir viðgerðini býrt tú í einum sera góðum rúmi við flatskermssjónvarpi, DVD spælara og við tráðleysum interneti. Á heilsudeplinum er eisini ein hugnalig matstova og uppihaldsrúm, venjingarhøll, fleiri vøddamýkingarrúm, hitarúm, klivi við infrareyðum hita og uttandura gosbaði.
  Detoxviðgerðin varðar typiskt í tvær vikur, og hvønn fríggjadag kl. 18 er móttøka av nýggjum gestum. Møguleiki er eisini fyri styttri uppihaldi t.d. í eina viku, í eina høgtíð ella eitt langt vikuskifti fyri tey, sum fyrr hava fingið fulla útreinsing.

Vel ímillum:

Standard viðgerðarpakka og uppihald á Detox heilsudeplinum.


Kostnaður pr. pers. í dupultrúmi:
14 dagar: úr kr.: 13.929,-
10 dagar: úr kr.: 12.990,- 
7 dagar: úr kr.: 10.990,- (fríggjadag til fríggjadag)


Kostnaður pr. pers. í einkultrúmi:
14 dagar: úr kr.: 16.779,-
10 dagar: úr kr.: 15.679,-
7 dagar: úr kr.: 13.179,- (fríggjadag til fríggjadag)


Standard viðgerðarpakki inniheldur:

  • Gisting í dupultrúmi v/flatskermi, DVD spælara, WC, bað og brúsu.
  • Ókeypis atgongd til gosbað, hitarúm og kliva við infrareyðum hita.
  • Neyvt samansett kostætlan, ið bert inniheldur vistfrøðiligt grønmeti og vistfrøðiliga frukt.
  • Fyrilestrar um heilsu, kost, venjing og lívsstíl.
  • Gongutúrar tvær ferðir um dagin.
  • Venjing hvønn dag við aerobic, streching o.ø.
  • Undirhald nøkur kvøld um vikuna.
  • Bussur til og frá flogvøllinum.
  • Frítt internet.
  • Vasking av klæðum móti eykagjaldi.
  • Shoppingtúrur til Reykjavíkar móti eykagjaldi.

Les meir um heilsudepilin her

Íroknað ferðina er:

Flogferð Vágar – Reykjavík t/r, bussur frá flogvøllinum til Detox heilsudepilin t/r, standard viðgerðarpakki og uppihald á Detox heilsudeplinum.
Ikki íroknað:
Ferðatrygging og avboðstrygging.


Ymiskar útferðir móti eykagjaldi:

Shoppingtúrur til Reykjavíkar (kr. 230,- pr. pers.)
Golden Circle - a tour to remember (kr. 680,- pr. pers.)
Reykjanes Circle - Viking museum (kr. 450,- pr. pers. íroknað transfer og atgongd til museum)
Túrur til Blue Lagoon (kr. 260,- pr. pers. íroknað transfer og atgongd)
Reykjanes, Waterworld, swimmingpool (kr. 32,- pr. pers. íroknað transfer og atgongd)


Møguleiki er eisini at fáa vøddamýking, colon hydro terapi og spa-viðgerðir móti eykagjaldi á heilsudeplinum.

Ring á 476363 fyri at bíleggja ferðina!

Biskupsstøðgøta 10 - Box 109 - FO-700 Klaksvík - Tlf. +298 47 63 63 - Fax +298 47 73 73
SMS á Trapputrøðni - FO-100 Tórshavn - Tlf. +298 47 63 63 - Fax +298 31 73 83
Brug af cookies
Hjemmesiden bruger cookies.

Cookies er nødvendige for at få hjemmesiden til at fungere og hjælper os med at levere vores tjenester. De oplyser hvordan du bruger vores hjemmeside og hjælper os med at forbedre din og andres oplevelse af hjemmesiden.

Klikker du videre på hjemmesiden, accepterer du vores brug af cookies.

Ønsker du at slette cookies kan der findes vejledninger på Google, se mere her.

OK, forstået!