Share


Beinleiðis til Riga á páskum 2017 
 
NB! Vit koma at senda ferðaseðlar vm. út til tey ferðandi í viku 14

riga2

Beinleiðis til høvuðsstaðin í Letlandi Riga frá hósdag til sunnudag á páskum.
  • starvsfólkatúrur
  • bindiklubbatúrur
  • shopping & Vælveru túrur 
  • ella kanska bara eitt romantiskt vikuskifti fyri tvey

Flogtíðirnar eru fyribils hesar:

(Seinast uppdaterað 31. mars 2017)
27. apríl, fráferð kl. 07:00, koma til Riga kl. 11:30
30. apríl, fráferð kl. 21:30, koma til Vágar kl. 22:15 

Riga er størsti býur í Baltikum, ein býur við hópin av hugnaligum matstovum og kafeum. Vælverustovur eru
hópin av í Riga, Lonely Planet hevði í 2014 Riga á listanum yvir ein av teimum 10 býnum, sum var mest áhugaverdur at vitja.
Sama árið fekk Riga virðisløn sum mentunarbýur í Europa.  

Bygningarnir í Riga eru eitt museum í sjálvum sær, húsaveggir eru prýddir, og tað gamla er endurnýggjað 
á serstakan hátt. Ikki uttan orsøk at partar av býnum eru at finna á listanum hjá UNESCO's yvir heimsarv. 


Pakkaprísir úr kr. 3.920,- fyri hvønn persón - les meira um okkara pakkaferðir niðanfyri.  

Túrurin verður bert gjørdur, um nóg nógv melda til túrin. 

 


 Pakkaferð:

riga3 

Vit hava gjørt pakkar íroknað flogferð, og gisting.
Vit hava útvalt tvey hotell, sum eru ávíkavist Radisson
Blu Hotel Elizabete og Albert Hotel. Bæði hotellini hava
4 stjørnur og liggja væl fyri í býnum.

Er tað onkur, sum ynskir okkurt annað hotel, so er tað
eisini ein møguleiki. 

Ring á tlf. 476363 og hoyr nærri.






 







 



 

Radisson Blu hotel Elizabete ****

 Riga Radisson hotel exterior 1280x960

Gott hotel í miðbýnum av Riga. Hotellið hevur fitness rúm,
sauna vm. Frítt internet

Kr. 3.890,- pr. vaksnan persón. 

Íroknað:
Flogferð Vágar – Riga tur/retur. 
Gisting í deildum dupultkamari v/morgunmati í 3 nætur

Eyka fyri einarúm er kr. 1.100,-

Les meir um hotellið her



Albert Hotel ****

Riga albert hotel


Gott hotel í miðbýnum av Riga.  
Frítt internet. 

Kr. 3.590,- pr. vaksnan persón. 

Íroknað:
Flogferð Vágar – Riga tur/retur 
Gisting í deildum dupultrúmi v/morgunmati í 3 nætur.

Eyka fyri einarúm er kr. 900,-

Les meir um hotellið her


 

 


Útferðir vm.: 

Bussur frá flogvøllinum til hotellið við komu og fráferð: 
Kr. 100,- tur/retur fyri hvønn persón.
Kann teknast tá bílagt verður.


Túrur 1:  Riga City Tour kr. 250,- fyri hvønn persón.

Við donskum ferðaleiðara. Túrurin verður fyriskipaður fríggjamorgunin tann 14. apríl. Byrja verður frá hotellinum kl. 10:00. Túrurin er 1,5 tíma við bussi og 1,5 tíma til gongu í Riga, so tilsamans umleið 3 tímar. Prísur fyri hvønn er kr. 250,-  


Túrur 2:  Rundale Palace Tour kr. 780,- fyri hvønn persón.
Við donskum ferðaleiðara. Túrurin verður fyriskipaður leygarmorgunin tann 15. apríl. Byrjað verður við bussi frá hotellinum kl. 11:00. Túrurin tekur umleið 6 tímar. Rundale Palace liggur beint sunnan fyri Riga. Hetta er størsta barokkslottið í norðureuropa. Rundale Palace er eitt av størstu ferðamálum í Letlandi, og verður ofta nýtt tá statsleiðarar eru á vitjan. Á vegnum heim aftur eta vit "lunch" á einari matstovu, sum er íroknað prísin. Prísur fyri hvønn persón er kr. 780,- Meira kunning um Rundale palace kann lesast her


Túrur 3:  Riga Market Tour kr. 250,- fyri hvønn persón.

Við donskum ferðaleiðara. Túrurin verður fyriskipaður sunnumorgunin tann 16. apríl kl. 12:00. Túrurin tekur umleið 2 tímar. Prísur fyri hvønn persón er kr. 250,- Les meria um Riga Market her

Túrarnir vera bert gjørdir, um minimum 10 melda til hvønn túr. 
Tilmelding skal gerast við at senda okkum teldupost til Denne email adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.  skjótast gjørligt. Vinarliga tilskila nummarið á túrinum við bílegging. 


Vit hava eisini matstovur at vísa á, og kunnu bíleggja pláss á hesum áðrenn,
serliga um tað eru bólkar sum ferðast saman. Prísir byrja úr kr. 250,- fyri hvønn
fyri 3 rætta menu við onkrum drekkandi afturvið. Spyr okkum um hetta hevur áhuga.

Faldari um Riga, les meira her


Ring á tlf. 476363 og hoyr nærri.

 

 

Riga-city-Tour-puff-1






 


Kunning & treytir:

Kunning & treytir vm. í sambandi við chartertúrin til Riga:

Hesin charter túrur verður gjørdur í samstarvi við ferðaskrivstovuna Baltic Ad Hoc SIA í Riga. Flogið verður við Airbus 320 flogfari hjá felagnum SmartLynx Airlines. Felagið SmartLynx hevur í fleiri umførum verið í Vágum í sambandi við charterferðir. Vilt tú hava meira at vita um SmartLynx, so vitja teirra heimasíðu http://www.smartlynx.aero/ SmartLynx lúka allar treytir fyri flúgving. Meira kunning um treytir vm. mótvegis teimum ferðandi kunnu lesast á heimasíðuni hjá felagnum.

Lettiska ferðaskrivstovan, sum vit samstarva við, sendur ferðafólk til Føroya á hesum túrinum. Chartertúrurin er treytaður av, at bæði Fonn Flog og lettiska ferðaskrivstovan klára at selja minimumssetrini, sum krevst, fyri at túrurin verður gjøgnumførdur. Skuldi tað hent, at annar av pørtunum ikki klárar at selja setrini, so kann túrurin verða avlýstur, og av hesi orsøk verður peningurin endurrindaður til tann ferðandi.

Matur umborð á flogfarinum er ikki íroknað. Tað ber tó til at keypa mat umborð við gjaldskorti ella í kontantum, valuta er EUR.

Hvør ferðandi kann í mesta lagi hava 13 kg viðføri umframt hondviðføri á 6 kg. Tað ber ikki til at hava yvirvekt á hesum túrinum. Leggið til merkis, at tað ber heldur ikki til at gjalda fyri at fáa meira viðføri við.

Ferða- & oljuavgjøld eru íroknað pakkaprísin. Tó vilja vit tryggja okkum soleiðis, at um hesi gjøld broytast/hækka munandi, so hava vit rætt til at krevja eyka gjald frá hvørjum einstøkum ferðandi fyri hendan meirkostnaðin, seinast 10 dagar áðrenn fráferðina. Hetta um oljuprísurin verður hægri enn USD 1200 pr. ton.
Ferðin er bindandi, tá hon er goldin. Endurgjald verður ikki veitt í sambandi við avlýsing. Vit mæla øllum ferðandi til at tekna ferða- & avlýsingartrygging. Vit hjálpa fegin við hesum, um tit ikki longu hava hesar tryggingarnar í tykkara pakkatrygging.

Skuldi ein force majoure (te. kríggj, eldgos, konkurs vm.) støða tikið seg upp, so kann fyriskiparin ikki ábyrgdast hesum viðvíkjandi. Endurgjald kann heldur ikki verða kravt av fyriskiparunum. Roynt verður eftir besta førimuni at loysa tílíkar trupulleikar. Herundir er eisini seinkingar, avlýsingar og trupulleikar, sum kunnu uppstanda orsaka av veðrinum í ávíkavist Riga og Vágum og tekniskum trupulleikum.

Vit mæla til at tjekka inn í góðari tíð bæði í Vágum og Riga. Fráferðar- og komutíðirnar kunnu broytast. Kunnið tykkum um hetta áðrenn fráferð á okkara heimasíðu undir Riga túrinum.

Flogtíðirnar eru fyribils hesar (lokalar tíðir):
13. apríl 2017 Vágar – Riga kl. 12:00, koma til Riga kl. 16:55
16. apríl 2017 Riga – Vágar kl. 18:15, koma til Vágar kl. 19:05

Av tí at fráferðin er seint úr Riga tann 16. Apríl, so ber til at goyma viðførið á hotellinum. Tjekk út av hotellinum er seinast kl. 11:00

 

 

FONN FLOG
Tlf. 476363 ella á
e-mail  Denne email adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.

 

 






 




 








 

Biskupsstøðgøta 10 - Box 109 - FO-700 Klaksvík - Tlf. +298 47 63 63 - Fax +298 47 73 73
SMS á Trapputrøðni - FO-100 Tórshavn - Tlf. +298 47 63 63 - Fax +298 31 73 83
Brug af cookies
Hjemmesiden bruger cookies.

Cookies er nødvendige for at få hjemmesiden til at fungere og hjælper os med at levere vores tjenester. De oplyser hvordan du bruger vores hjemmeside og hjælper os med at forbedre din og andres oplevelse af hjemmesiden.

Klikker du videre på hjemmesiden, accepterer du vores brug af cookies.

Ønsker du at slette cookies kan der findes vejledninger på Google, se mere her.

OK, forstået!