Share

Detox í Póllandi

Nú kanst tú eisini fáa útreinsandi viðgerð og læra um heilsu og sunnan lívsstíl á heilsudepli í Brodnica Górna, Póllandi.

Við gestablíða Póllandi sum karmi, fáa kroppur og sál umstøður at reinsa út og harvið lekja seg sjálvi. Úrslitið er eitt heilt annað slag av yvirskoti og orku.
Undir viðgerðini kanst tú velja at búgva á dupult- ella einkultkamari, bæði tvey í heimligum sniðum við sjónvarpi, ketli, WC og brúsu. Dupultkømurni hava harumframt internet. Á heilsudeplinum er eisini ein hugnalig matstova og uppihaldsrúm, venjingarhøll, fleiri vøddamýkingarrúm, hitarúm og klivi við infrareyðum hita. Detoxviðgerðin varðar í tvær vikur í vøkrum umráði, nærhendis grønum og skógarríkum lendi.

Detox-viðgerðin, sum er ein útreinsandi viðgerð, er av fyrstantíð ment í Pólandi av dr. Eva Dabrowska og dr. Agneska Lemanczyk. Stutt kann sigast um viðgerðina, at hon er grundað á viðurkendar medisinskar viðgerðarhættir, sum hava til endamáls at gera kroppin føran fyri at lekja seg sjálvan. Høvuðstættirnir í viðgerðini eru fyrst og fremst ein neyvt samansett kostætlan, ið bert inniheldur vistfrøðiligt grønmeti og vistfrøðiliga frukt. Aðrir týðandi tættir eru rørsla, infrareytt ljós, hitarúm, vøddamýking og colonhydroterapi. Harumframt verður stórur dentur lagdur á at upplýsa um heilsu og sunnan lívsstíl. 

Um Jóninu Ben

Jónina er útbúgvin á MsGill University í Canada innan heilsu og fitness og hevur havt fleiri heilsumiðstøðir og spa-hotel í Íslandi og Svøríki. Hon var ársins vinnulívsfólk í Helsingborg í Svøríki í 1995.

Nú leiðir hon ein útreinsingarkur saman við einum lækna á einum heilsudepli í Pólandi alt árið.




Vel ímillum:

Standard viðgerðarpakka og uppihald á heilsudeplinum á dupult- ella einkultkamari.

Kostnaður pr. pers. á dupultkamari:
14 dagar: úr kr.: 16.690,-

Kostnaður pr. pers. á einkultkamari:
14 dagar: úr 17.690,-
 

Standard viðgerðarpakki inniheldur:

  • Gisting á dupult- ella einkultkamari v/sjónvarpi, ketli, WC og brúsu
  • Ókeypis atgongd til gosbað, hitarúm og kliva við infrareyðum hita.
  • Full pensión og neyvt samansett kostætlan, ið bert inniheldur vistfrøðiligt grønmeti og vistfrøðiliga frukt.
  • Fyrilestrar um heilsu, kost, venjing og lívsstíl.
  • Gongutúrar.
  • Venjingar við aerobic, streching o.ø.
  • Undirhald nøkur kvøld um vikuna.
  • Internet á dupultkamari.
  • Vasking av klæðum móti eykagjaldi.

Les meir um heilsudepilin her

Íroknað ferðina er:

Flogferð Vágar – Gdansk t/r (millumlending í Keypmannahavn), standard viðgerðarpakki, full pensión og uppihald á heilsudeplinum.

Ikki íroknað:

Transportur frá flogvøllinum til heilsudepilin og aftur.
Ferðatrygging og avboðstrygging.

Ring á 476363 fyri at hoyra nærri ella bíleggja ferðina!
Biskupsstøðgøta 10 - Box 109 - FO-700 Klaksvík - Tlf. +298 47 63 63 - Fax +298 47 73 73
SMS á Trapputrøðni - FO-100 Tórshavn - Tlf. +298 47 63 63 - Fax +298 31 73 83
Brug af cookies
Hjemmesiden bruger cookies.

Cookies er nødvendige for at få hjemmesiden til at fungere og hjælper os med at levere vores tjenester. De oplyser hvordan du bruger vores hjemmeside og hjælper os med at forbedre din og andres oplevelse af hjemmesiden.

Klikker du videre på hjemmesiden, accepterer du vores brug af cookies.

Ønsker du at slette cookies kan der findes vejledninger på Google, se mere her.

OK, forstået!