Share


Ferð til Kina við føroyskum ferðaleiðarum
 - Beijing og Shanghai - alt á sama túri!
Aktiv 5-100
   
Tíðarskeið 12. - 25. oktobur 2018

 

“...ein býur í Kina” verður sagt um okkurt forkunnugt, torført og øðrvísi, men í heyst verður lætt at vitja heilar tveir býir í Kina. 

Í heyst skipar Fonn Flog saman við føroyskum ferðaleiðarum fyri ferð til Beijing og Shanghai. Í Beijing verður m.a. vitjað á kinesiska múrinum, himmalska friðartorginum og í forbodna býnum. Í Shanghai fara vit m.a. á marknað, síggja kenda áarbakkan á enskum róptur The Bund og fara á áhugaverd sersøvn, ið greiða okkum frá Kina fyrr, nú og í framtíðini.

Á túrinum verður eisini høvi at fara á ferð gjøgnum fleiri av avbera góðu kinesisku køkunum og smakka m.a. Beijing dunnu, søtan mat úr Shanghai, sterkan mat úr landslutinum Sichuan, muslimskan kinesiskan mat og eksotiskan mat úr landslutinum Yunnan.

Farið verður úr Vágum fríggjadagin 12. oktobur og seinni sama dag verður flogið úr Kastrup til Beijing. Lent verður í Beijing fyrrapart leygardagin 13. oktobur. Ferðalagið verður aftur í Føroyum 25. oktobur.

Føroysku ferðaleiðararnir Dávid Fossdalsá og Jóhanna Magnusardóttir, sum hava búð í Kina seinastu 4 árini og duga kinesiskt, taka ímóti fylginum á flogvøllinum í Beijing. Full skrá fyri ferðina sæst niðanfyri, og ein video brellbiti sæst her 
      
 

Skráin fyri túrin sæst longri niðri.
                                                                                                                                                 
                                                                                                                                                                                  
 Kina david og Johanna   
Ferðaleiðarnir, David og Jóhanna



Pakkin kostar úr kr. 17.490,- fyri hvønn vaksnan persón í deildum dupultrúmi. 

Eyka fyri einakamar er umleið kr. 2.400,- . 

Íroknað: 
  • Flogferðaseðlar Vágar - Kastrup - Beijing, retur úr Shanghai - Kastrup - Vágar.
  • Hotel í Beijing (6 dagar, 5 nætur) 4* v/morgunmati 
  • Hotel í Shanghai (6 dagar, 6 nætur) 3.5* v/morgunmati
  • Tokferðaseðil úr Beijing til Shanghai
  • Transportur í Beijing 
  • Transportur í Shanghai 
  • Atgongumerki í Beijing og Shangha
  • Dagstúrur til Zhujiajiao
  • Føroyskir ferðaleiðarar                                                                                                                                                                                  
Ikki íroknað:
Aðrar máltíðir enn morgunmatur 
Útreiðslur í samband við visum
Útreiðslur í samband við koppseting
Hotel í Keypmannahavn náttina 24. - 25. oktobur. 
Tryggingar

 Til ber at fáa aðrar tíðir Vágar - Kastrup tur/retur um hetta ynskist.  

Túrurin verður bert gjørdur, um nóg nógv melda til.

Avmarkað nøgd, so bílegg beinanvegin á 476363 ella umvegis teldupost á   Denne email adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.

Við bílegging er neyðugt, at vit fáa avrit av passinum.




FerðaætlanFerðaætlan2

Ferðaætlan3Ferðaætlan4

Ferðaætlan5Ferðaætlan6
Ferðaætlan7Ferðaætlan8


Ferðaætlan9Ferðaætlan10

Ferðaætlan11

 ferðaætlA12

 

Avmarkað nøgd, so bílegg beinanvegin á 476363 ella umvegis teldupost   Denne email adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.

Við bílegging er neyðugt at vit fáa avrit av passinum. 



Biskupsstøðgøta 10 - Box 109 - FO-700 Klaksvík - Tlf. +298 47 63 63 - Fax +298 47 73 73
SMS á Trapputrøðni - FO-100 Tórshavn - Tlf. +298 47 63 63 - Fax +298 31 73 83
Brug af cookies
Hjemmesiden bruger cookies.

Cookies er nødvendige for at få hjemmesiden til at fungere og hjælper os med at levere vores tjenester. De oplyser hvordan du bruger vores hjemmeside og hjælper os med at forbedre din og andres oplevelse af hjemmesiden.

Klikker du videre på hjemmesiden, accepterer du vores brug af cookies.

Ønsker du at slette cookies kan der findes vejledninger på Google, se mere her.

OK, forstået!