Share

Treytir við keyp av ferðum

Treytir fyri ferðir keyptar ígjøgnum Fonn Flog:

Fonn Flog verður hereftir nevnt ferðaskrivstovan í tekstinum niðanfyri.
 

Navn á ferðaseðli:

Tann ferðandi hevur ábyrgdina av, at ferðaskrivstovan fær røttu nøvnini frá teimum ferðandi. Nøvnini skulu altíð samsvara við navnið í passinum.  Tað áliggur tí ferðandi, so skjótt ferðaseðlar og onnur skjøl í samband við ferðingina er send til tann ferðandi, at tryggja at upplýsingar á skjølum eru røtt.
Ferðaskrivstovan átekur sær ongar skyldur í tí føri at skeivt navn er orsøk til at ferðin ikki kann gjøgnumførast. Tað áleggur øllum ferðandi at eftirkanna ferðaseðlarnar so skjótt teir eru móttiknir.
 

Ferðatíðir:

Allar tíðir á ferðaseðlinum eru lokalar tíðir.
 

Gjald:

Vit veita ikki kreditt til privat kundar, ferðin eigur at vera goldin til tíðina sum seljarin hevur upplýst at hon eigur at vera goldin. Umframt vanliga bankaflytingar, hava vit eisini gjaldsskipanina ”DIBS” Við hesari skipan ber til at trekkja upphæddina av kortinum hjá tí ferðandi. Tann ferðandi gevur okkum kort nummarið, og harvið eisini heimild at taka avtalaðu upphæddina av kortinum. Vit goyma ikki kort upplýsingar í skipanini, um hetta ikki er avtala áðrenn.
 

Broytingar av ferðaseðlum:

Ymiskar reglar eru fyri broytingum, spyr seljarin um hetta við bílegging av ferðaseðlinum.
 

Avlýsing av ferðaseðlum:

Ymiskar reglar eru fyri avlýsingum, spyr seljarin um hetta við bílegging av ferðaseðlum.
 

Pas og visum:

Tað er tann ferðandi sum hevur ábyrgdina av at hesi viðurskifti eru ílagi. Tann ferðandi eigur at fylgja við um visum krevst  til bílagdu ferðina. Tað er somuleiðis tann ferðandi sjálvur sum eigur at fylgja við um transitvisum er neyðugt, hetta tá ferðin er via okkurt annað land á veg til endaligu destinatiónina.  Meira kunning um hesi viðurskifti finnast á heimasíðuni hjá Udenrigsministeriet  www.um.dk
 
Visum til Amerika, tá ið steðgað verður minni enn tríggjar mánaðir:
Tá ferðast verður til Amerika, skal eitt ESTA-skema fyllast út áðrenn fráferð. Hetta skema verður útfylt og sent elektroniskt. Hetta slagið av visum krevst óansæð, hvussu leingi uppihaldið í Amerika er. Um uppihaldið í Amerika er longri enn tríggjar mðr, krevst eitt visum frá amerikansku sendistovuni í Danmark aftrat hesum. ESTA kann fyllast út her: https://esta.cbp.dhs.gov/esta/esta.html?_flowExecutionKey=_c8A18CF71-CDA8-FB55-5BD7-7B2AEF1F2983_k1ED8A976-8516-1EFB-4F15-4605EF8D739A

Umframt hetta skal ferðaskrivstovan hava upplýsingar úr passinum, navn og nummar vm. Tað er tann ferðandi sjálvur sum hevur ábyrgdina av at ferðaskrivstovan fær røttu upplýsingarnar. Kann ein ferð ikki gjøgnumførast tí upplýsingar ikki samsvara við pass, kann ferðaskrivstovan ikki ábyrgdast fyri hesum.
 

Vaccinatión:

Sí serskilt punkt hesum viðvíkjandi.
 

Check inn tíðir:

Tað áliggur tí ferðandi at møta í góðari tíð til fráferðirnar. Minimums tíðirnar fyri check-inn skulu altíð vera uppfyltar.
 

Ábyrgd / reklamatiónir:

Ferðaskrivstovan er agentur fyri flogfeløgini, men tað er til eina og hvørja tíð flogfelagið sjálvt sum skal syrgja fyri at ferðin verður gjøgnumførd. Verður ferðin ikki gjøgnumførd av einar ella aðrari orsøk sum ferðaskrivstovan ikki hevur ávirkan á, so kann ferðaskrivstovan ikki ábyrgdast hesum viðvíkjandi. Í tílíkum føri verður ferðin ikki endurrindað.
 

Konkurs:

Ferðaskrivstovan kann kki ábyrgdast um eitt flogfelag ferð konkurs. Ferðin verður ikki endurrindað í tílíkum føri. Tað er ikki møguleiki at keypa konkurstrygging í Føroyum.  Sama er galdandi fyri bílagt hotel uppihald, bilaleigan, charterferðir, summarhús, feriuíbúðir vm. Ferðaskrivstovan kann ikki ábyrgdast konkurs hjá veitarum.
 

Pakkaferðir:

Pakkaferðir sum eru keyptar frá ferðaskrivstovuni eru umfataðar somu treytir sum omanfyri nevnt. Ein pakkaferð er ein ferð sum er samansett við tveimum ella fleiri veitarum. Kann td. vera flog og hotel sum ein pakki ella td. flog og charterferð sum ein pakki. Føroyskar ferðaskrivstovur eru ikki limir í ”rejsegarantifonden” og fylgja tíkil ikki treytir sum hesin stovnur setur til ferðaskrivstovur. Einki endurgjald verður veitt í samband við avlýsing.
 

Seperatir ferðaseðlar:

Í dag er tað meira vanligt at bílagt verður seperatir ferðaseðlar. Hetta merkir at ferðaseðlar eru ikki samanhangandi, kann td. vera ein ferðaseðil við Atlantic Airways og Finnair. Orsøkin kann vera at tað ikki finst nøkur avtala ímillum flogfeløgini, ella tí at tað er bíligari fyri kundan at gera ferðaseðilin í tveimum. Treytirnar við ikki samanhangandi ferðaseðlaum er nógv strangari enn við samanhangandi ferðaseðlum. Tá seinkingar td. eru í orsaka av veðri vm. so kunnu flogfeløgini ikki ábyrgdast um ferðaseðilin ikki er samanhangandi.  Tískil kann henda at ferðaseðlar vera avlýstir um tann ferðandi ikki møtir upp til ásettu tíðir vm. Ferðaskrivstovan kann ikki ábyrgdast hesum viðvíkjandi, tískil er tað umráðandi at spyrja seg fyri tá bílagt verður.
 

Tryggingar:

Sí serskilt punkt hesum viðvíkjandi.

Aðrar viðkomandi treytir fyri ferðina:

Flogfeløgini skulu eisini uppfylla EU og IATA treytir, link til síðurnar finnast her:
”Flypassageres rettigheder” sum finst á her: www.slv.dk
IATA:  http://www.iatatravelcentre.com/e-ticket-notice/General/English/
Warszawa konventiónin
Biskupsstøðgøta 10 - Box 109 - FO-700 Klaksvík - Tlf. +298 47 63 63 - Fax +298 47 73 73
SMS á Trapputrøðni - FO-100 Tórshavn - Tlf. +298 47 63 63 - Fax +298 31 73 83
Brug af cookies
Hjemmesiden bruger cookies.

Cookies er nødvendige for at få hjemmesiden til at fungere og hjælper os med at levere vores tjenester. De oplyser hvordan du bruger vores hjemmeside og hjælper os med at forbedre din og andres oplevelse af hjemmesiden.

Klikker du videre på hjemmesiden, accepterer du vores brug af cookies.

Ønsker du at slette cookies kan der findes vejledninger på Google, se mere her.

OK, forstået!