Tryggingar Viðføri Vaccinatión Treytir Børn ESTA - Visum Kvinnur við barn Húsdjór Eurobonus

Húsdjór

Kann eg hava hund / kettu við umborð á flogfarið?

Hundurin ella kettan mugu í mesta lagi viga 5 kg og skulu vera í IATA-góðkendari tasku fyri at sleppa í kabinuna. Kostnaðurin er 40 kr. fyri hvørt kilo, tvs. hundur + taska. Størsta mát á kassa er 50 x 40 x 25 cm. Um hundurin ella kettan vigar meira enn 5 kg, skal hundurin í lastarúmið í góðkendari IATA-tasku.

 

Í sambandi við djóraflutning verða tit vinarliga biðin um at lesa heimasíðuna hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni

Bílegging av húsdjóraflutningi

Húsdjór mugu altíð bíleggjast og góðkennast til flutning, áðrenn tey kunnu takast við. Ring á 476363 ella send ein e-mail til fonnflog@fonnflog.fo og bílegg húsdjóraflutning.