Share

Um Fonn Flog

Um okkum

Fonn Flog er ein ferðaskrivstova, sum selir ferðir kring allan knøttin. Vit eru 15 starvsfólk, sum fegin vilja geva kundum okkara ta bestu tænastuna, vit kunnu veita. Stjórin hevur frá byrjan av lagt áherðslu á, at Fonn Flog skal vera ein ferðaskrivstova, sum setir kundan í hásæti. Fonn Flog hevur tvær deildir - í Klaksvík og í Tórshavn.

Fonn Flog selir alt slag av ferðum/ferðaseðlum. Skalt tú bert hava ein ferðaseðil, ella skal tað vera við hotelli, bili, frítíðaríbúð ella hvat tað skal vera, kunnu vit hjálpa tær. Vit hava samband við nógvar ferðaskrivstovur uttanlands, sum hjálpa okkum við ferðum víðari út í heim og hava eisini samband við nógvar av teimum donsku charter-ferðaskrivstovunum, sum selja bíligar ferðir. Skalt tú hava hotel ella bil, hava vit avtalur við nógv hotel og bilútleigarar, soleiðis at vit kunnu geva tær ein bíligari prís, enn um tú bíleggur tað frá gøtuni.

Fá eitt prát við okkum, og vit hjálpa tær at finna dreymaferðina. Vit seta ferðina saman eftir tínum tørvi og tínum ynskjum.

Tú ert eisini vælkomin at senda okkum ein fyrispurning á teldupost fonnflog@fonnflog. Ella tú velur tær eina teldupost adressu í okkara starvsfólkayvirliti.

Vit gera okkara besta fyri at veita kundum okkara eina góða tænastu, og at veita tykkum eina trygga og góða ferð!

 

Søgan

Fonn Flog byrjaði í sera trongum korum í aug. 1992. Við einari telefon, einari bók, einum penni, tveimum kundum, stórum dirvi og ágrýtni fóru Ásla og Leivur Fonn fús til verka, har endamálið var at vinna kundar.

Nú, meir enn 16 ár seinni, er ferðaskrivstovan økt við fleiri starvsfólkum og kundatalið stendur enn í støðugum vøkstri. Samskiftistólini og viðurskiftið við aðrar ferðaskrivstovur, hotel, bilútleigarar o.a. bæði innan- og uttanlands er eisini vorðið væl betri.

Í febr. 2005 keypti Fonn Flog Novena Tours í Saltangará. Við tí er Fonn Flog nærri kundum sínum á meginøkinum. - Eftir nakrar umvælingar, læt Fonn Flog upp kontór har í mars 2005.

Í sept. 2008 keypti Alpha Travel International øll partabrøvini í Fonn Flog, men tó var einki broytt á skrivstovuni ella við bygnaðinum í virkinum.

Í aug. 2009 lat Fonn Flog sína triðju deild upp, hesuferð í Tórshavn í høli hjá Hotel Hafnia á Áarvegnum. Nógvir av kundunum hjá Fonn Flog eru í høvuðsstaðarøkinum, og við at hava eina deild her, kann Fonn Flog verða við til, at veita teimum eina betri tænastu.

Í okt. 2009 yvirtók Fonn Flog Vikutúr. Ein trý ára sáttmáli varð gjørdur millum Dimmalætting og Fonn Flog, at tey næstu trý árini skuldu allar pakkaferðir hjá Vikutúr verða samansettar og seldar gjøgnum Fonn Flog.

Í jun. 2011 keypti Leivur Fonn, saman við øðrum, øll partabrøvini í Fonn Flog aftur. Fonn Flog er í dag aftur ein sjálvstøðug fyritøka.

Í nov. 2011 flutti deildin hjá Fonn Flog í Tórshavn niðan í SMS, í hølini har McGavin helt til áðrenn.

Í okt. 2013 var avgerð tikin um at lukkað deildina í Saltangará, starvsfólkini blivu flutt til deildina í Klaksvík at arbeiða.
Biskupsstøðgøta 10 - Box 109 - FO-700 Klaksvík - Tlf. +298 47 63 63 - Fax +298 47 73 73
SMS á Trapputrøðni - FO-100 Tórshavn - Tlf. +298 47 63 63 - Fax +298 31 73 83
Brug af cookies
Hjemmesiden bruger cookies.

Cookies er nødvendige for at få hjemmesiden til at fungere og hjælper os med at levere vores tjenester. De oplyser hvordan du bruger vores hjemmeside og hjælper os med at forbedre din og andres oplevelse af hjemmesiden.

Klikker du videre på hjemmesiden, accepterer du vores brug af cookies.

Ønsker du at slette cookies kan der findes vejledninger på Google, se mere her.

OK, forstået!