Prísur
fyri hvønn persón, tá ið tvey vaksin ferðast saman úr kr. 14.095,-
Íroknað pakkanum
GG! Prísurin avhongur alt av nær ferðast verður. Um ferðast verður í háárstíð ella um lítið pláss er umborð á Atlantic kann prísurin verða nakað hægri.
Hotellið
Pergola Club Hotel & Spa er eitt lekkurt og nýtmótans hotell, við rúmligum dupultrúmum. Hotellið liggur mitt í hugnaliga maltesiska býnum, Mellieha, sum er kent fyri at hava bestu strondina á Malta. Hotellið hevur millum annað tvær matstovur, vælveruøkið og tveir svimjihyljar. Morgunmatur er við í prísinum, hálv pensjón og full pensjón kann keypast afturat.