Malta 2018

Malta 2018


Miðskeiðis í miðalhavinum, liggur oyggin Malta - ein perla við vakrari náttúru og ríkari søgu. Malta er á stødd við Eysturoynna, men hevur eitt høgt íbúgvaratal á uml. 450.000 íbúgvum.

Tað sum eyðkennir Malta eru sjarmerandi tættbygdu havnabýirnar, hvítu stórbæru klettarnir og smølu strendirnar. Hóast oyggin er lítil, so er hópin severdigheitum at síggja. Tú kanst spáka tær eitúr ígjøgnum gamla býin, fara ein gongutúr upp eitt ella njóta eitt glas av maltiskum víni. Um tú leitar eftir einum hugnaligum og sjarmerandi umhvørvi við vakrari náttúru, so er Malta perfekt til tín. 


Nú hevur tú møguleika at koma beinleiðis til Malta. Fráferðirnar vera annan hvønn týsdag, og flogtíðirnar eru:
 
Flogtíðirnar vera hesar:
Vágar - Malta 07:10 - 12:30
Malta - Vágar 13:30 - 17:10

Týsdagin 19. juni
Týsdagin 03. juli 
Týsdagin 17. juli
Týsdagin 31. juli  
Týsdagin 14. august

Túrurin tekur umleið 4 tímar og 20 minuttir, og allar tíðir eru lokaltíðir.

Vit hava í hesum sambandi gjørt nakrar pakkaferðir. 
Íroknað pakkaferðirnar er flogferð, gisting, og bussflutningur til og frá hotellinum. 

Tað ber sjálvandi til at fáa pakkar við øðrum hotellum eisini. Her á síðuni hava vit bert tikið nøkur dømi. 

Ring á tlf. 476363 og hoyr nærri ella send teldupost til  fonnflog@fonnflog.fo


 

Býir á Malta

Valletta

  • Høvuðsstaðurin á Malta.
  • Liggur miðskeiðis á eystari síðu á Malta.
  • Ein týðandi søgulig miðsavnan.
  • Stórbyur og tíðarleysum dámi.

St. Julian’s

  • Ferðamannastaður, ið er sera vælumtókt í millum ung.
  • Liggur norðan fyri Valletta.
  • Lívligur býur við fleiri matstovum kaféum, barrur.
  • Hevur sera ríkt náttarlív; klubbar og kasino.
  • Tvær strendur og nógvar stuttleikabátar.

St. Paul’s bay

  • Ferðamannastaður, ið er vælumtóktur av flest øllum.
  • Liggur norðan liga á Malta, út í móti eystursíðuni.
  • Hevur ríkt náttarlív.
  • Góðar møguleikar, at takað sær av løttum.
  • Fantastiska baðistrondin í Bugibba.
  • Møguleiki fyri at kava niður til eina standmynd av Jesusi á 30 m dýpi.

Gozo

  • Næst størsta oyggin á malta.
  • Kent fyri sín grøna lit og friðsælu kvirru.
  • Størsta attraktiónin var Azure Window, sum tó hvarv í havið 8. Mars 2017.

Comino

  • Minsta oyggin.
  • Hevur ongan bil og bert eitt hotel.
  • Bert 3 fólk búgva fast á oynni.
  • Størsta attraktiónin Blue lagoon.
  • Eitt sætt paradís til snorkling og líknandi.
Les meira.
db Seabank Resort & SPA
1
Prísur úr 17.095,-
Mellieha Bay / Strond: 50m / Sentrum: 2km
Les meira.
db San Antonio Hotel & SPA
2
Prísur úr 17.295,-
Qawra, St Pauls Bay / Strond: 500 metrar / Centrum: 0 metrar
Les meira.
Pergola Club Hotel & SPA
3
Prísur úr 14.095,-
Mellieha / Strond: 1,6km / Sentrum: 200m
Les meira.
Mellieha Holiday Centre
4
Prísur úr kr.
Mellieha / Strond: 300m / Sentrum: