KROATIA 2019

KROATIA - ZAGREB

Tann 19. – 23. apríl verður flogið beinleiðis til Zagreb, høvuðsstaðin í Kroatia. Zagreb er ein spennandi og fjølbroyttur býur, ið osar av mentan, góðum kafé’um og áhugaverdum bygningum.

19. apríl, fráferð kl. 08.00, koma til Zagreb kl. 12.30  (Langi fríggjadagur)
23. apríl, fráferð kl. 19.00, koma til Vágar kl. 21.30 

Lesið um Zagreb her: https://www.visitzagreb.hr/

Pakkaprísir úr kr. 5.990,- fyri hvønn persón - les um okkara pakkaferðir niðanfyri.  
Túrurin verður bert gjørdur, um nóg nógv melda seg til túrin. 


 

Útferðir

Túrur 1: 19. apríl – Zagreb City Tour, kr. 250,- fyri hvønn persón

Túrurin byrjar á flogvøllinum og endar á hotellinum. Túrurin er 1,5 tíma við bussi og 1,5 tíma til gongu í Zagreb, so tilsamans umleið 3 tímar. Enskur ferðaleiðari.

Kjekk inn á hotellinum er frá kl. 15.00

Prísur fyri hvønn er kr. 250,-*

*um goldið er fyri bussflutning, verður einvegis mótroknað

  

Túrur 2: 20. apríl – Plitvice Lakes National park, kr. 850,- fyri hvønn persón

Dagstúrur við tíð til sín sjálvs eisini. Enskur ferðaleiðari.

Túrurin verður fyriskipaður leygarmorgunin tann 20. apríl. Byrjað verður við bussi frá hotellinum kl. 08.30, og koyrt til Plitvice. Á vegnum steðga vit stutt í bygdini Rastoke. Í Plitvice verður rundvísing í økinum við elektroniskum toki, báti og til gongu, tó treytað av veðrinum. Plitvice hevur verið á Unesco-listanum síðan 1979. Plitvice liggur 130 km frá Zagreb.

Møguleiki er fyri “lunch”, sum tó ikki er íroknað í prísinum.

Prísur fyri hvønn persón er kr. 850,-

 

Túrur 3: 21. apríl – Trakoscan, kr. 670,- fyri hvønn persón

Dagstúrur við tíð til sín sjálvs eisini. Enskur ferðaleiðari.

Túrurin verður fyriskipaður sunnumorgunin tann 21. apríl. Byrjað verður við bussi frá hotellinum kl. 09.30, og koyrt til Trakoscan Slot, ið liggur 1,5 tímar norðan fyri Zagreb. Eftir rundvísing á slottinum verður koyrt víðari til Varazdin, ið liggur ein lítlan tíma frá slottinum. Har verður hugt runt í gamla býnum og eisini er tíð til sín sjálvs, áðrenn koyrt verður aftur til Zagreb.

Møguleiki er fyri “lunch”, sum tó ikki er íroknað í prísinum.

Prísur fyri hvønn persón er kr. 670,-

 

Túrur 4: 22. apríl – Samobor,  kr. 560,- fyri hvønn persón. Hálvdagstúrur. Enskur ferðaleiðari.

Túrurin verður fyriskipaður mánadagin tann 22. apríl. Byrjað verður við bussi frá hotellinum kl. 10:00 og tekur umleið 4 tímar. Samobor er ein hugnaligur lítil býur við umleið 16.000 íbúgvum og er partur av Zagreb. Hann liggur umleið 20 km frá Zagreb og tað tekur umleið hálvan tíma at koyra hvønn veg við bussi. Sjálv rundvísingin er til gongu, á millum annað Samobor Slottinum, gamla býnum og Gradna ánni, ið gongur gjøgnum býin.   

Møguleiki er fyri “lunch”, sum tó ikki er íroknað í prísinum.

Prísur fyri hvønn persón er kr. 560,-

 

Túrarnir verða bert gjørdir, um minimum 10 melda til hvønn túr.  Tilmelding skal gerast við at senda okkum teldupost skjótast gjørligt á rhe@fonnflog.fo. Vinarliga tilskila nummarið á túrinum við bílegging. 


 

Les meira.
Westin Hotel
1
Prísur úr 6.200,-
Zagreb / Sentrum: 1,6 km /
Les meira.
Palace Zagreb (ÚTSELT)
2
Prísur úr 6.500,-
Zagreb / Sentrum: 500m
Les meira.
International Hotel
3
Prísur úr 5.990,-
Zagreb / Sentrum 1,9km