Riga

Beinleiðis til Riga frá fríggjadag til mánadag

  • starvsfólkatúrur
  • bindiklubbatúrur
  • shopping- & vælverutúrur 
  • ella kanska bara eitt romantiskt vikuskifti fyri tvey

Flogtíðirnar eru fyribils hesar:

Fríggjadagin 29. apríl, fráferð kl. 07:50, koma til Riga kl. 12:40
Mánadagin 02. mai, fráferð kl. 22:05, koma til Vágar kl. 22:55 

(ein villa er komin í facebook uppslagið, ferðin er frá fríggjadag til mánadag, so tríggjar nætur)

Riga er størsti býur í Baltikum og høvuðsstaður í Letlandi. Riga er ein býur við hópin av hugnaligum matstovum, kafeum og vælverustovum.

Í 2014 var Riga á listanum hjá Lonely Planet yvir 10 av teimum mest áhugaverdu býunum. Sama árið fekk Riga virðisløn sum mentanarbýur í Evropa.  

Bygningarnir í Riga eru eitt museum í sjálvum sær, húsaveggir eru prýddir og tað gamla er endurnýggjað á serstakan hátt. Tað er ikki uttan orsøk, at partar av býnum eru at finna á listanum hjá UNESCO. 

 

  • Riga liggur miðskeiðis í landinum út við Riga flógvan
  • Høvuðsmálið er lettiskt, tó vera týskt og russiskt eisini nógv nýtt
  • Hevur 640.000 íbúgvar
  • Gjaldoyra er evra
  • Hitin hetta tíðarskeiðið er vanliga um 7-16 stig
  • Flogvøllurin eitur Riga International Airport (RIX) og liggur 13 km uttan fyri miðbýin
  • Bussur til og frá flogvøllinum kostar kr. 100,- t/r fyri hvønn. Hetta er ikki íroknað í pakkanum, men kann bíleggjast saman við pakkanum
  • Flogtíðin er umleið 2 tímar og 40 minuttir. 

 Pakkaprísir úr kr. 4.920,- fyri hvønn

- les meira um okkara pakkaferðir niðanfyri.  

Útferð 1:  Riga City Tour

  • Við enskum ferðaleiðara
  • Túrurin verður fyriskipaður leygardagin 30. apríl
  • Byrja verður frá hotellinum kl. 10:00
  • Túrurin er 1,5 tíma við bussi og 1,5 tíma til gongu í Riga, so tilsamans umleið 3 tímar
  • Prísur fyri hvønn er: kr 250,- 

Útferð 2:  Riga Market Tour

  • Við enskum ferðaleiðara
  • Túrurin verður fyriskipaður leygardagin tann 30. apríl kl. 15:00
  • Túrurin tekur umleið 2 tímar
  • Meira kunning um Riga Market kann lesast her
  • Prísur fyri hvønn er: kr 250,-

Útferð 3:  Rundale Palace Tour

  • Við Enskum ferðaleiðara
  • Túrurin verður fyriskipaður sunnumorgunin tann 1. mai
  • Byrjað verður við bussi frá hotellinum kl. 11:00
  • Túrurin tekur umleið 6 tímar
    • Rundale Palace liggur beint sunnan fyri Riga. Hetta er størsta barokkslottið í Norðurevropa
    • Rundale Palace er eitt av størstu ferðamálunum í Letlandi, og verður ofta nýtt, tá statsleiðarar eru á vitjan
  • Á vegnum heim aftur eta vit "lunch" á einari matstovu, sum er íroknað prísin (bólkamatskrá er bíløgd)
  • Meira kunning um Rundale Palace kann lesast her
  • Prísur fyri hvønn er: kr 825,-

Útferð 4:  Jurmala

  • Við Enskum ferðaleiðara
  • Túrurin verður fyriskipaður mánadagin tann 2. mai kl. 12:00
  • Túrurin tekur umleið 4 tímar
  • Meira kunning um Jurmala kann lesast her
  • Prísur fyri hvønn er: kr 350,-

Útferðirnar í Riga vera bert gjørdir, um minimum 10 melda til hvønn túr.

Tilmelding skal gerast við at senda okkum teldupost á fonnflog@fonnflog.fo skjótast gjørligt. Vinarliga tilskila nr. á útferðini við bílegging.

Les meira.
Radisson Blu Elizabete Hotel,
1
Kr. 5.450,- pr. vaksnan persón.
Frítt internet.
Les meira.
Wellton Riverside Hotel
2
Kr. 5.550,- pr. vaksnan persón.
Frítt internet.
Les meira.
Radisson BLU Latvia
3
Kr. 5.350,- pr. vaksnan persón
Hotellið hevur kanska besta SPA í Riga. Frítt internet.
Les meira.
Radisson Blu Daugava Hotel
4
Kr. 4.920,- pr. vaksnan persón.
Frítt internet