Reykjavík /

SJÓNLAG | EYGNAVIÐGERÐ

Hevur tú nakrantíð hugsað um, hvussu tað hevði verið, um tú ikki noyddist at fanglast runt eftir brillunum um morgunin? Ella at renna inn í ein handil fyri at sleppa undan kuldanum, so at brillurnar ikki skulu døgga? Ella at íðka ítrótt uttan at brúka linsur?

Tú og brillurnar eru ikki ein eind. Tær nýtast ikki at avmarka teg, hvør tú ert ella hvat tú gert. Lat eyguni upp fyri frælsi!

Prísur
Gisting:

Fyri ferðandi við gisting í deildum dupultrúmi v/morgunmati í 4 nætur úr kr. 4.495,-

Eygnaviðgerð:
Prísur fyri forskanning er uml. DKK 480,-  
Forkanning og viðgerð verður goldið á staðnum í Sjónlag Eye Center. Prísurin er ymiskur, alt eftir hvør viðgerðin er (Sí príslista niðanfyri)

GG! Prísirnir omanfyri eru fyri januar - apríl og oktobur - desembur. Hotel prísirnir broytast um summarið (mai - septembur), tískil kann væntast ein hægri pakkaprís í summar hálvuni.  

Ring á tlf. 476363 og hoyr nærri ella send teldupost til  fonnflog@fonnflog.fo

Kom við til stórfingna Ísland og fá eygnaviðgerð á framkomna Sjónlag Eye Center í Reykjavík.
Sjónlag Eye Center bjóðar tænastunu í heimsflokki við teirra framkomnu tøkni innan viðgerðir av eygum. Higartil hava túsundtals sjúklingar fingið nýggja sjón og nýggjar møguleikar í lívinum eftir at hava lagt brillurnar á hillina. 

Ein slík ferð er vanliga fimm dagar, har ferðaskráin sær nakað soleiðis út.

Ferðaskrá
Mánadag
: Flogferð, Vágar - Reykjavík
Týsdag: Forskanning av eygunum
Mikudag: Viðgerð av eygunum 
Hósdag: Uppfylgjan
Fríggjadag: Heimferð, Reykjavík - Vágar

Gisting
Gist verður dupultrúmi í Hotel Ísland, ið liggur uml. 1 km frá eygnastovuni. 

Ynskir tú at bíleggja tíð til eygnaviðgerð hjá Sjónlag í Íslandi, hjálpa vit á Fonn Flog tær fegin við hesum. Tak av hesum einastandandi møguleika, so fært tú sjón fyri søgn!


 

Viðgerðir

Geiðslaviðgerðir
FEMTO-LASIK er ein geislaviðgerð, ið kann loysa nærum øll vanlig sjónbrek, tvs. nærsýni, langsýni og bygningsbrek. Viðgerðin er knívleys og tekur einans nøkur sekund. Geislaviðgerðin er neyv, trygg og møguleikin fyri yvirflátuskaða ella bruna er sera lágur.

TRANS-PRK er ein geislaviðgerð, ið egnir seg væl til smærri brek í eygunum so sum nærsýni og bygningsbrek. Samanborið við Femto Lasik, har sjónin verður endurskapað sera skjótt, so er TransPRK eitt sindur meira ópraktisk tveir teir fyrstu dagarnar, tí tað tekur eisini longur tíð at koma fyri seg aftur.

PRESBYMAX er ein geislaviðgerð serliga ætlað persónum í 45-55 ára aldri við langsýni, sum kemur við aldrinum.  

Linsu viðgerðir
EINFOKUS og FLEIRFOKUS eru linsu viðgerðir til øll sjónbrek, tvs. bæði til tey, ið hava grástar og tey, ið vilja av við lesibrillurnar. Her verður eygnasteinurin útskiftur við nýggjan kunstigan eygnastein. Munurin á einfokus og fleirfokus er, at fleirfokus linsur senda tvær ella fleiri myndir á eygnabotnin, har so heilin ella sjónstøðirnar í heilanum læra at velja ta myndina, sum er klárast hvørjaferð.

FORKANNING er fyrsta stigið. Í forkanningini verða eyguni kannaði gjølla og mett verður um viðgerð er møgulig - og hareftir hvør viðgerð hóskar seg best. 


 Viðgerðirnar verða goldnar á staðnum, tísskil verða allir prísirnir upplýstir í íslenskum krónum, tá ið íslenska gjaldoyrað er skiftandi. (100 ISK eru uml. 5,5 DKK)


Prísir