Prísur
Samlaður prísur, tá ið 2 vaksin og 2 børn, 2-11 ár ferðast saman
Gisting í VIP frítíðarhúsi úr kr. 19.255,
Samlaður prísur, tá ið 2 vaksin og 4 børn, 2-11 ár ferðast saman
Gisting í Premium frítíðarhúsi úr kr. 26.055,-
Íroknað pakkanum
Eyka tænastur
Hálv pensjón, 2 vaksin + 2 børn kr. 2.450,-
GG! Prísurin avhongur alt av nær ferðast verður. Um ferðast verður í háárstíð ella um lítið pláss er umborð á Atlantic kann prísurin verða nakað hægri.
Le Lac d'Ailette
Le Lac d'Ailette er ein frítíðardepil, ið liggur í sera hugnaligum umhvørvi norðaliga í Fraklandi. Her eru hópin av aktivitetum til bæði stór og smá. Í subtropiska innan- og uttandurða baðilandinum Aqua Mundo eru stórir vatnrussjibanar, bobblibað, fossur, svimjihylur við aldum, umframt ein uttandurða infinity hylur við fult av vatnaktivitetum. Beint við frítíðardepilin er eitt stórt vatn við einari deiligari strond. Har er m.a. møguligt at fara ein túr við súkklubátum ella spæla beachvolley á strondini. Harumframt eru aktivitetir sum bodyboarding, paintball, segwaykoyring, og eitt vælveruumráði til tey, ið ynskja at slappa av og at hjúkla um seg sjálvan.
Gist verður í frítíðarhúsi:
Frítíðarhús VIP útsýni yvir vatnið (Max 4 pers.)
Frítíðarhús Premium (Max 8 Pers)