Lalandia

 

Lalandia - tríggir ymiskir feriudeplar at velja ímillum í Danmark. 

Deplarnir er sera væl dámdur millum føroyingar, serliga av familjum við børnum. Á økinum er millum annað eitt subtropiskt baðiland, har børnini kunnu beistast í vatninum óansæð hvussu veðrið skikkar sær. Nógv annað er á økinum, ikki minst aktivitetir til børnini.

Kom við Fonn Flog til Lalandia í ávíkavist Billund, Rødby ella Søndervig, vit seta pakkan saman eftir tínum ynski. Lalandia í Søndervig er tað nýggjasta av hesum trimum, opnaði í 2022.

Hava tit huga at sigla við Norrønu til Danmarkar ella kanska flúgva, vit seta pakkaferðina til Lalandia saman eftir tínu ynski.