Gran Canaria 2024/2025

Gran Canaria frá 18. desembur 2024 til 22. apríl 2025

Í komandi vetur fáa føroyingar aftur høvið at flúgva beinleiðis til sólina á Gran Canaria. Flogið verður beinleiðis hvønn mánadag úr Føroyum til Gran Canaria og heim aftur týsdagar frá 06. januar til 22. apríl. Seinasti túrur er 22 apríl 2025, tá verður flogið til og frá Gran Canaria sama dag. Um jólini og nýttár verður flogið annaleiðis, sí dato niðanfyri. 

Flogtíðirnar vera hesar:

Januar til apríl 2025

Vágar - Las Palmas 14:10 - 19:25
Las Palmas - Vágar 09:55 - 15:30

Desembur 2024 til januar 2025

Vágar - Las Palmas 07:30 - 12:45
Las Palmas - Vágar 09:55 - 15:30

06. januar 2025

Las Palmas - Vágar 13:45 - 19:20

Allar tíðir eru lokaltíðir.

Flogið verður hesi dato:

VETURIN 2024

Frá 08. januar verður flogið til Gran Canaria til og við 03. apríl.

2024:

  • 18. desembur til Gran Canaria
  • 26. desembur til Gran Canaria
  • 27. desembur til Føroyar

2025

  • 06. januar til 22. apríl verður flogið til Gran Canaria hvønn mánadag, heimferðin er týsdag !
  • 22. apríl verður flogið til Gran Canaria og retur sama dag (seinasti túrur). 

 

Suðursíðan av Gran Canaria er tann mest vitjaða, har finnast hópin av hotellum og íbúðum. Playa Del Ingles, Maspalomas, Meloneras, Puerto Rico ella Mogan, hetta eru nakrir av teimum mest vitjaðu býunum.  Í okkara pakkaferðum er sjálvandi eisini flutningur íroknaður. 

Tað ber sjálvandi til at fáa pakkar við øðrum hotellum eisini, her hava vit bara tikið nøkur dømir. Hava tit onnur ynskir, so siga tit bara okkara seljarum frá, so fáa tit eitt tilboð upp á tað. 

 

Playa del Inglés er uttan iva lívligasti og størsti feriubýurin á Gran Canaria. Tað er ein góð samanrenning av sól, strond og undirhald, og frálíkir møguleikar til shopping, matstovur, barrir og mang annað. Mjúka sandstrondin á Playa del Inglés er tann størsta og longsta strondin á Gran Canaria, og breiðir seg líka suður til Meloneras. 

Maspalomas er eitt vælumtókt frítíðarøki sunnast á oynni, við longstu sandstondini á Gran Canaria. Strondin breiðir seg frá Playa del Inglés til býin Meloneras. Harumframt liggur stóra og vakra sandoyðinmørkin, Dunas de Maspalomas, eisini á økinum. Hópin av møguleikum eru, bæði til børn og vaksin. Býurin liggur ein stuttan gongutúr frá størsta feriubýin Playa del Inglés, og eksklusiva Meloneras.

Puerto Rico er býurin, ið hevur flest sóltímar á øllum Gran Canaria. So um er ynskið um at njóta sólina, so er hetta tað tryggasta valið. Býurin hevur nógv at bjóða uppá, bæði til børn og vaksin. Hotelli Fram við hvítu og fínu strondini eru freiri matstovur og barrir. Eitt sindur vestanfyri, liggur Playa de Amadores, ið er ein snjóhvít strond, ið er ein tann vakrasta strondin á oynni.

Puerto de Mogán er beint norðanfyri Puerto Rico, á suðurvest síðuni av Gran Canaria. Býurin er ein sera friðsælur og hugnaligur havnabýur, við fleiri útróðar- og frítíðarbátum. Harumframt er ein deilig 250 metra lang sandstrond. Framvið strandarvegnum eru fleiri handlar og matstovur - har marknaður er á skránni hvønn fríggjadag. 

San Agustín liggur eystanfyri Playa del Inglés. Býurin er ein sera vakur, grønur og hugnaligur feriubýur. Niðri við sjógvin er ein deilig sandstrond, og ein strandarvegur, ið gongur suður til Playa del Inglés -ein góður gongutúrur á umleið fýra kilometrar. Strondin er sera barnavinarlig, og grynnur langt út. Í býnum eru fleiri matstovur og eitt gott shoopingsentur. San Augustín er ein meiri friðaligur býur, so er ynskið um eina avslappandi og róliga feriu, er San Augustín sera væl egnað.


 

Les meira.
Marina Bayview
1
Prísur úr 13.179,-
Puerto Rico / Strond 1,2 km / Sentrum 1,5km /
Les meira.
Santa Monica Suites
2
Prísur úr 12.785,-
Playa del Inglés / Strond 200 m / Sentrum 200 m /
Les meira.
Hotel Servatur Casablanca
3
Prísur úr 10.859,-
Puerto Rico / Strond: 1500 metrar / Centrum: 400 metrar
Les meira.
Mogan Princess
4
Prísur úr 11.155,-
Playa de Taurito / Strond 1,2 km / Sentrum 1,5km /
Les meira.
Barcelo Margaritas
5
Prísur úr 11.585 ,-
Maspalomas / Strond: 1800 metrar / Sentrum: 900 metrar
Les meira.
Labranda Marieta (Bert fyri vaksin)
6
Prísur úr 12.429 ,-
Playa del Inglés / Strond 150 m / Sentrum 400 m /
Les meira.
Maspalomas Princess
7
Prísur úr 11.329,-
Maspalomas / Strond 1,5 km / Sentrum 1,7km /
Les meira.
Hotel Gloria Palace San Agustin
8
Prísur úr 10.559,-
San Agustín / Strond: 600 metrar / Sentrum: 100 metrar
Les meira.
Abora Interclub Atlantic
9
Prísur úr 10.879,-
San Agustín / Strond: 100 metrar / Centrum: 100 metrar
Les meira.
Abora Buenaventura Hotel
10
Prísur úr 9.855,-
Playa del Inglés / Familju hotell / Strond: 700 m / Sentrum: 500 m
Les meira.
Hotel Gloria Palace Amadores Thalasso
11
Prísur úr 11.645,-
Playa de Amadores / Strond: 600 metrar / Sentrum: 800 metrar