Edinburgh /

Jólakeyp í Edinburgh | 16. - 19. novembur 2020

Dato:16. - 19. novembur 2020

Prísur
Fyri hvønn persón úr kr. 3.795,-
(Dagført 13-07-20)

Íroknað pakkanum

  • Beinleiðis flogferð Vágar – Edinburgh t/r
  • Gisting í deildum dupultrúmi í tríggjar nætur
  • Morgunmatur

Kom við til skotska høvuðsstaðin og njót nakrar dagar við frálíkum jólahugnaði. Avgreið jólagávurnar í vælumtókta jólamarknaðinum, royn góðu matstovurnar, ið býurin hevur at bjóða og vitja tey mongu áhugverdu støðini í Edinburgh. Gist mitt í miðbýnum, har alt, ið tær tørvar er í gangifrástøðu.

Hotellið
Gist í MotelOne, eitt  super lágprís hotell, ið liggur mitt í býnum - á sjálvari høvuðsgøtuni, Princes Street. Rúmini eru snøgg og nýtmótans. Øll rúmini hava frítt internet, og øll børn undir 12 ár gista frítt, um tey gista í rúmi saman við foreldrunum. 


GG! Prísurin avhongur alt av nær ferðast verður. Um ferðast verður í háárstíð ella um lítið pláss er umborð á Atlantic kann prísurin verða nakað hægri.