Stórbýarferð til Barcelona ella baðiferð í Costa Brava

Stórbýarferð til Barcelona ella baðiferð í Costa Brava

 


 

Summarið 2024 flýgur Atlantic Airways beinleiðis til Barcelona. Fráferðin verður hósdagar í tíðarskeiðinum 20. juni til 29. august. Vit hava í hesum samband sett saman pakkaferðir til stórbýin Barcelona og eisini til sera vælumtókta feriustaðið Costa Brava. 

Møguleiki er eisini at samantvinna ferðina við td. eina viku í Barcelona og eina viku í Costa Brava.  

Til pakkaferðina til Barcelona er íroknað flogferð og gisting á hotelli. 
Til pakkaferðirnar til Costa Brava er íroknað flogferð, uppihald og transportur (egnan bus til Fonn Flog gestir) til og frá hotellinum í samband við flogtíðirnar. 

Flogtíðirnar vera hesar:
Vágar - Barcelona 07:50 - 12:20
Barcelona - Vágar 13:20 - 15:55

Allar tíðir eru lokaltíðir.


Tað ber sjálvandi til at fáa pakkar við øðrum hotellum eisini, her hava vit bara tikið nøkur dømir. Hava tit onnur ynskir, so siga tit bara okkara seljarum frá, so snikka vit ferðina saman, júst sum tit ynskja.

Ring á tlf. 476363 og hoyr nærri.

 

 

 


 

Costa Brava

Santa Susanna er ein av kendastu feriubýunum í Costa Brava umráðnum. Býurin liggur 50 km norðanfyri Barcelona, umleið 1 tíma við tok ella bili/bussi. Býurin hevur góðar strendur við hópin av matstovum og smáum handlum. Eftir strondini ber til at ganga til býin Malgrat de Mar, sum næstan er samanvaksin við Santa Susanna. 

Beint sunnanfyri Santa Susanna liggur Calella. 

Lloret de Mar er við meira enn 100 ára søgu eitt av teimum støðunum í Costa Brava sum vert er at vitja. Lloret de Mar liggur á suðursíðuni á Costa Brava, umleið 75 km norðanfyri Barcelona. Hopin av hotellum eru í Lloret de Mar, fleiri av hesum eru vælegnaði til familjur við børnum. Lloret de Mar er tann mest "stórbýar kendi" býurin í Costa Brava. 

Tossa de Mar er ein sera hugnaligur býur umleið 100 km norðanfyri Barcelona. Tossa de Mar er væl minni enn bæði Santa Susanna og Lloret de Mar. Sjálvur býurin liggur í einum dali har borgin "Vila Vella" er høvuðseyðkennið. Vila Vella liggur við strondina og er væl umtókt av teimum ferðandi, hópin av fólki vitja borgina á hvørjum árið. 

Á suðursíðuni í býnum er "des codolar" havnin har hópin av smáum fiskibátum liggja. Eisini er Tossa de Mar kent fyri sínar strendur, eitt nú kann nevnast "Cala Givirola" strondin sum er umleið 175 metrar til longdar.


 

Les meira.
Aqua Hotel Onabrava & Spa
1
Prísur úr 9.969,-
Costa Brava / Santa Susanna / Strond: 350 metrar / Sentrum: 400 metrar /
Les meira.
Tahiti Playa Hotel - BESTSELJARI
2
Prísur úr 10.175,-
Costa Brava / Santa Susanna / Strond: 0m / Sentrum: 0m
Les meira.
Alegria Mar Mediterrania ADULTS ONLY
3
Prísur úr 10.105,-
Costa Brava / Santa Susanna / Strond: 0m / Flogvøllur: 70km
Les meira.
Hotel Aquarium & SPA
4
Prísur úr 8.695,-
Costa Brava / Lloret de Mar / Strond: 300 m / Flogvøllur: 85m /
Les meira.
Hotel Costa Encantada
5
Prísur úr 10,829,-
Costa Brava / Lloret de Mar / Strond: 850m / Sentrum / 1km
Les meira.
Hotel Oasis Tossa & SPA
6
Prísur úr 8.735,-
Costa Brava / Tossa de Mar / Strond: 800m /
Les meira.
Golden Bahia de Tossa & Spa
7
Prísur úr 10.329,-
Costa Brava / Tossa de Mar / Strond: 900m
Les meira.
H10 Montcada
8
Prísur úr 14.620,-
Barcelona / Sentrum: 100m / Havið: 300m / Flogvøllur: 16km
Les meira.
Rosamar Garden
9
Familjuprísur úr 31.995,-
Costa Brava / Lloret de Mar / Strond: 600m
Les meira.
Hotel Delamar
10
Prísur úr 10.135,-
Costa Brava / Lloret de Mar / Strond: 600
Les meira.
L'Azure Hotel
11
Prísur úr 10.445,-
Costa Brava / Lloret de Mar / Strond: 600