Riga

Beinleiðis til Riga frá fríggjadag til mánadag

  • starvsfólkatúrur
  • bindiklubbatúrur
  • shopping- & vælverutúrur 
  • ella kanska bara eitt romantiskt vikuskifti fyri tvey

Flogtíðirnar eru hesar:

Fríggjadagin 1. mai, fráferð kl. 07:00, koma til Riga kl. 11:50 (Dýri biðidagur)
Mánadagin 4. mai, fráferð kl. 17:05, koma til Vágar kl. 17:55 

Riga er størsti býur í Baltikum og høvuðsstaður í Letlandi. Riga er ein býur við hópin av hugnaligum matstovum, kafeum og vælverustovum.

Í 2014 var Riga á listanum hjá Lonely Planet yvir 10 av teimum mest áhugaverdu býunum. Sama árið fekk Riga virðisløn sum mentanarbýur í Evropa.  

Bygningarnir í Riga eru eitt museum í sjálvum sær, húsaveggir eru prýddir og tað gamla er endurnýggjað á serstakan hátt. Tað er ikki uttan orsøk, at partar av býnum eru at finna á listanum hjá UNESCO. 

 

  • Riga liggur miðskeiðis í landinum út við Riga flógvan
  • Høvuðsmálið er lettiskt, tó vera týskt og russiskt eisini nógv nýtt
  • Hevur 640.000 íbúgvar
  • Gjaldoyra er evra
  • Hitin hetta tíðarskeiðið er vanliga um 12-18 stig
  • Flogvøllurin eitur Riga International Airport (RIX) og liggur 13 km uttan fyri miðbýin
  • Flogtíðin er umleið 2 tímar og 40 minuttir. 

 Pakkaprísir úr kr. 5.640,- fyri hvønn

- les meira um okkara pakkaferðir niðanfyri.  

Útferð 1:  Riga City Tour

  • Við enskum ferðaleiðara
  • Túrurin verður fyriskipaður fríggjadagin 1. mai
  • Byrja verður frá hotellinum kl. 15:00
  • Túrurin er 1,5 tíma við bussi og 1,5 tíma til gongu í Riga, so tilsamans umleið 3 tímar
  • Prísur fyri hvønn er: kr 295,- 

Útferð 2:  Rundale Palace Tour

  • Við enskum ferðaleiðara
  • Túrurin verður fyriskipaður sunnumorgunin tann 3. mai
  • Byrjað verður við bussi frá hotellinum kl. 10:00
  • Túrurin tekur umleið 6 tímar
    • Rundale Palace liggur beint sunnan fyri Riga. Hetta er størsta barokkslottið í Norðurevropa
    • Rundale Palace er eitt av størstu ferðamálunum í Letlandi, og verður ofta nýtt, tá statsleiðarar eru á vitjan
  • Á vegnum heim aftur eta vit "lunch" á einari matstovu, sum er íroknað prísin (bólkamatskrá verður bíløgd)
  • Meira kunning um Rundale Palace kann lesast her
  • Prísur fyri hvønn er: kr 1.295,-

Útferð 3:  Jurmala

  • Við enskum ferðaleiðara
  • Túrurin verður fyriskipaður mánadagin tann 4. mai kl. 10:30
  • Túrurin tekur umleið 4,5 tímar
  • Meira kunning um Jurmala kann lesast her
  • Á vegnum heim aftur eta vit "lunch" á einari matstovu, sum er íroknað prísin (bólkamatskrá verður bíløgd)
  • Bussurin koyrir okkum beinleiðis til flogvøllin. Vit vænta at vera har kl. 15:00, sum er tveir tímar áðrenn fráferðina til Føroyar.
  • Prísur fyri hvønn er: kr 1.100,-

 

Bílegg pláss við at ringja tlf.: 47 63 63, ella send ein teldupost á fonnflog@fonnflog.fo

Upplýs nøvn á ferðandi og hvat hotel tit ynskja at búgva á. 
Um tit bíleggja útferðirnar nú beinanvegin, so vinarliga tilskila nr. á útferðini við bílegging. 

Depositum á kr. 3.500 fyri hvøn persón skal gjaldast við bílegging. Restgjald seinast 15. desembur 2025.
Upphæddirnar verða ikki endurrindaðar um tit av einari ella aðrari orsøk ikki kunnu fara við. Vit mæla øllum til at tekna avlýsing- & ferðatrygging, spyr okkum fyri meira kunning. 
Útferðirnar í Riga vera bert gjørdir, um minimum 10 melda til hvønn túr.
Sí annars okkara treytir í samband við keyp her 

Eru tit ein bólkur við fleiri enn 10 ferðandi, so hjálpa vit fegin við at finna og bíleggja borð á matstovum í Riga. Tosa við okkum um hetta. 

Les meira.
Wellton Centrum Hotel & SPA (ÚTSELT)
1
Kr. 5.640,- fyri hvønn.
Mitt í Old Town. Frítt internet. Kaffi/the á kamarinum.
Les meira.
Radisson BLU Latvia
2
Kr. 6.799,- fyri hvønn.
Hotellið hevur kanska besta SPA í Riga. Frítt internet.
Les meira.
Tallink Hotel Riga
3
Kr. 6.539,- fyri hvønn.
Tætt við Old Town. Frítt internet. Kaffi/the á kamarinum.