Alcudia / Strond: 30m / Sentrum: 500m /

Condesa de la Bahía


 

Prísur
Prísur fyri hvønn persón, tá ið tvey vaksin ferðast saman úr kr. 9.250,-

 Íroknað pakkanum

  • Flogferðaseðlar
  • Gisting á basic dupultrúmi í 7 dagar
  • All Inclusive
  • Bussflutningur til hotellið t/r

 

Hotellið

Hetta deiliga All Inclusive familjuhotellið liggur beint við fínu sandstrondina á Alcudia og einans fáar minuttir frá lokala sentrum, Playa de Muro. Á hotellinum eru hópin av aktivitetum og hentleikum til alla familjuna, sum t.d beach volley kappingar, undirhald um kvøldanar, barnaklubbar til tey smærru og mangt annað. 

Á økinum á Condesa de la Bahía eru tveir stórir og deiligir svimjihyljar og ein barnasvimjihylur. Harumframt er eitt lítið vatnland við smáum rusjubanum, spælipláss, miniklubb og burgarabar.


GG! Prísurin avhongur alt av nær ferðast verður. Um ferðast verður í háárstíð ella um lítið pláss er umborð á Atlantic kann prísurin verða nakað hægri.