Beinleiðis til Mallorca summarið 2018

Beinleiðis til Mallorca summarið 2018

Fráferðin er mikudagar í tíðarskeiðinum 27. juni til 22. august 2018.


Flogtíðirnar vera hesar:
Vágar - Palma 07:20 - 12:00
Palma - Vágar 13:10 - 16:00

Allar tíðir eru lokaltíðir.



Hópin av hotellum eru á at velja ímillum á Mallorca, alt frá Alcudia víkini til eystursíðuna hvar tað er meira friðarligt at vera. Her á síðuni hava vit samansett nakrar pakkar við nøkrum útvaldum hotellum á Mallorca. Her eru bæði hotellir til barnafamiljuna og eisini til pør uttan børn. 

Tað ber sjálvandi til at fáa pakkar við øðrum hotellum eisini, her hava vit bara tikið nøkur dømir. Hava tit onnur ynskir, so siga tit bara okkara seljarum frá, so fáa tit eitt tilboð upp á tað. 

Møguleiki er eisini at samantvinna ferðina við td. eina viku á Mallorca og eina viku í Barcelona. Tað ber til at flúgva við Atlantsflog til Mallorca og heim aftur úr Barcelona, ella øvugt. Síðani sigla ella flúgva ímillum Barcelona og Mallorca, alt eftir hvat tit dáma best.


 

Ferðamál á Mallorka

  • Alcudia liggur á norður strondini á Mallorka.
  • Liggur á leið 1 tíma frá flogvøllinum.
  • Er sera væl umtókt millum barnafamiljur.
  • Hevur nógvar aktivitetir at bjóða, og liggur mestsum alt í gangifrástøðu.
  • Cala d’or liggur á eysturstrondina, 65 km eystan fyri Palma.
  • Áleið 1 tíma frá flogvøllinum.
  • Yndissælur býur við stuttleikabátahavn og nógvum ítrivum.
  • Palma høvuðstaðurin á Mallorka
  • Liggur 15 min. sunnanfyri flogvøllin á Mallorka.
  • Hugnaligur býur við nógvum hentleikum. Her kanst tú uppliva stórbýarlívið mentanina, samstundis sum tú kanst njóta strondina, stuttleikabátahavnina og ikki mist jaktirnar í liggja á víkini.
  • Palmanova og Magaluf liggja vestan fyri Palma, við Palma víkina.
  • Liggur áleið 30 min. frá flogvøllinum.
  • Liggja lið um lið, men eru tó heilt hvør sítt øki, á hvør sínari vík.
  • Magaluf er kent fyri sína lívligu strond og ríka náttalív.
    • Er sera væl umtókt ímillum ung.
  • Palma Nova er meira hugtakandi og við róligari dámi enn í Magaluf.
  • Playa de Palma liggur 10 km eystanfyri Palma, við Palma víkina.
  • Róligur og sissandi dámur, tó við hugnaligum náttarlívi.
  • Sera væl dámt fyri sína fantastisku strond.

 

Les meira.
Hotel Sea Club
1
Prísur úr 10.595,-
Alcudia / Strond: 600 metrar / Sentrum: 300 metrar til Bellevue / 2,5 km til Alcudia
Les meira.
Rosa Del Mar Aparthotel
2
Prísur úr 10.695,-
Nærmasta Strond: 1,5 km / Centrum: 0 m Hotellið liggur 1,5 km frá Magaluff og 12 km til Palma.
Les meira.
Club Marthas Aparthotel
3
Prísur úr 10.195,-
Cala D'Or / Strond: 300 metrar / Sentrum: 550 m til Cala Egos
Les meira.
Iberostar Bahía de Palma (Bert fyri vaksin)
4
Prísur úr 12.045,-
Playa de Palma /Strond: 0 metrar / Sentrum: 10km til Palma.
Les meira.
Condesa de la Bahía
5
Prísur úr 10.845,-
Alcudia / Strond: 30m / Sentrum: 500m /