Uppliv Kina við føroyskum ferðarleiðarum

Uppliv Kina við føroyskum ferðaleiðarum

Pakkin kostar úr kr. 19.950,- fyri hvønn vaksnan persón í deildum dupultrúmi. 

Eyka fyri einakamar er umleið kr. 2.400,

Íroknað: 

  • Flogferðaseðlar aftur og fram
  • Gisting í Kina
  • Tokferðaseðil og transportur 
  • Atgongumerki
  • Ferðaleiðarar                     

Ikki íroknað:

  • Aðrar máltíðir enn morgunmatur 
  • Útreiðslur í samband við visum
  • Útreiðslur í samband við koppseting
  • Gisting í Keypmannahavn
  • Tryggingar

Í fjør var hesin sami túrur útseldur eftir fáum døgum, og tað var ein væleydnaður túrur.

“...ein býur í Kina” verður sagt um okkurt forkunnugt, torført og øðrvísi, men í heyst verður lætt at vitja heilar tveir býir í Kina.

Í heyst skipar Fonn Flog fyri ferð til Beijing og Shanghai saman við føroysku ferðaleiðarunum Jóhonnu Magnusardóttir og Dávidi Fossdalsá. Í Beijing verður m.a. vitjað á kinesiska múrinum, himmalska friðartorginum og í forbodna býnum. Í Shanghai verður m.a. farið á marknað, vit síggja kenda áarbakkan á enskum róptur The Bund og mangt annað.

Fráferðin úr Keypmannahavn er 18. oktobur beinleiðis til Beijing, heimkoma úr Shanghai beinleiðis til Kastrup er 29. oktobur 2019. Ferðin ímillum Vágar - Kastrup er íroknað, dato velja tit sjálvi eftir ávísum treytum.

Føroysku ferðaleiðararnir Dávid Fossdalsá og Jóhanna Magnusardóttir, sum hava búð í Kina seinastu 4 árini og duga kinesiskt, taka ímóti fylginum á flogvøllinum í Beijing. Full skrá fyri ferðina sæst niðanfyri, og ein video brellbiti.

Avmarkað nøgd, so bílegg beinanvegin á 476363 ella umvegis teldupost á  fonnflog@fonnflog.fo
Við bílegging er neyðugt, at vit fáa avrit av passinum.


 

Ferðaskrá fyri túrin