San Agustín / Strond: 600 metrar / Sentrum: 100 metrar

Hotel Gloria Palace San Agustin | 1 vika


 

* Dagført 13.01.2020

Prísur
Fyri hvønn, tá ið tvey vaksin ferðast saman úr kr. 9.395,-

Pakki

  • Ferðaseðlar
  • Gisting í standard rúmi í 1 viku
  • Morgunmatur
  • Bussflutningur frá flogvøllinum til hotellið t/r

GG! Prísurin avhongur alt av nær ferðast verður. Um ferðast verður í háárstíð ella um lítið pláss er umborð á Atlantic kann prísurin verða nakað hægri.

Hotellið
Gloria Palace San Agustín er eitt deiligt hotell, ið er væl egnað til barnafamiljur. Hotellið liggur í hugnaliga býnum San Agustín, við góðum útsýni yvir býin og havið. Á hotellinum eru tveir stórir svymjihyljar, har tann eini verður upphitaður um veturin. Á økinum er eisini tvær poolbarrir. Tætt við hotellið er eitt shoppingsentur við fleiri handlum og matstovum, tó hevur hotellið eisini eitt sera gott All Inclusive, har atgongd er til vælverusenturið einaferð um vikuna. 

Gisting er altíð við morgunmati - hálv pensjón og All Inclusive kann keypast afturat.

Hentleikar á hotellinum

  • Svimjihyljar
  • Barnasvimjihyljar
  • Spælipláss
  • Bar
  • Matstova
  • Vælvera
  • Fitnessrúm
  • Tennis
  • Squash