Gran Canaria 2018/19

Ferðamál á Gran Canaria

Suðursíðan av Gran Canaria er tann mest vitjaða, har finnast hópin av hotellum og íbúðum. Playa Del Ingles, Maspalomas, Meloneras, Puerto Rico ella Mogan, hetta eru nakrir av teimum mest vitjaðu býunum. Frástøðan frá flogvøllinum til hotellini er alt upp til ein tíma hvønn vegin. Í okkara pakkaferðum er sjálvandi eisini buss flutningur íroknaður. 

Veturin 18/19 flúgva vit hesar dagar

Leygardag   15. Desembur
Fríggjadag   28. Desembur
Týsdag        08. Januar
Leygardag   19. Januar
Týsdag        29. Januar
Leygardag   09. Februar
Týsdag        19. Februar
Leygardag   02. Mars 
Týsdag        12. Mars
Leygardag   23. Mars

Playa del Inglés er uttan iva lívligasti og størsti feriubýurin á Gran Canaria. Tað er ein góð samanrenning av sól, strond og undirhald, og frálíkir møguleikar til shopping, matstovur, barrir og mang annað. Mjúka sandstrondin á Playa del Inglés er tann størsta og longsta strondin á Gran Canaria, og breiðir seg líka suður til Meloneras. 

Maspalomas er eitt vælumtókt frítíðarøki sunnast á oynni, við longstu sandstondini á Gran Canaria. Strondin breiðir seg frá Playa del Inglés til býin Meloneras. Harumframt liggur stóra og vakra sandoyðinmørkin, Dunas de Maspalomas, eisini á økinum. Hópin av møguleikum eru, bæði til børn og vaksin. Býurin liggur ein stuttan gongutúr frá størsta feriubýin Playa del Inglés, og eksklusiva Meloneras.

Puerto Rico er býurin, ið hevur flest sóltímar á øllum Gran Canaria. So um er ynskið um at njóta sólina, so er hetta tað tryggasta valið. Býurin hevur nógv at bjóða uppá, bæði til børn og vaksin. Hotelli Fram við hvítu og fínu strondini eru freiri matstovur og barrir. Eitt sindur vestanfyri, liggur Playa de Amadores, ið er ein snjóhvít strond, ið er ein tann vakrasta strondin á oynni.

Puerto de Mogán er beint norðanfyri Puerto Rico, á suðurvest síðuni av Gran Canaria. Býurin er ein sera friðsælur og hugnaligur havnabýur, við fleiri útróðar- og frítíðarbátum. Harumframt er ein deilig 250 metra lang sandstrond. Framvið strandarvegnum eru fleiri handlar og matstovur - har marknaður er á skránni hvønn fríggjadag. 

San Agustín liggur eystanfyri Playa del Inglés. Býurin er ein sera vakur, grønur og hugnaligur feriubýur. Niðri við sjógvin er ein deilig sandstrond, og ein strandarvegur, ið gongur suður til Playa del Inglés -ein góður gongutúrur á umleið fýra kilometrar. Strondin er sera barnavinarlig, og grynnur langt út. Í býnum eru fleiri matstovur og eitt gott shoopingsentur. San Augustín er ein meiri friðaligur býur, so er ynskið um eina avslappandi og róliga feriu, er San Augustín sera væl egnað.


 

Les meira.
Occidental Margaritas
1
Prísur úr 10.995,-
Maspalomas / Strond: 1800 metrar / Sentrum: 900 metrar
Les meira.
Hotel Gloria Palace San Agustin
2
Prísur úr 10.795,-
San Agustín / Strond: 600 metrar / Sentrum: 100 metrar
Les meira.
IFA Interclub Atlantic
3
Prísur úr 10.195,-
San Agustín / Strond: 100 metrar / Centrum: 100 metrar
Les meira.
Hotel Servatur Casablanca
4
Prísur úr 11.995,-
Puerto Rico / Strond: 1500 metrar / Centrum: 400 metrar
Les meira.
IFA Buenaventura Hotel
5
Prísur úr 10.195,-
Playa del Inglés / Familju hotell / Strond: 700 m / Sentrum: 500 m
Les meira.
Labranda Marieta (Bert fyri vaksin)
6
Prísur úr 12.895,-
Playa del Inglés / Strond 150 m / Sentrum 400 m /
Les meira.
Maspalomas Princess
7
PRÍS​UR ER Á VEG!
Maspalomas / Strond 1,5 km / Sentrum 1,7km /