Share

Bólkaferðir

Er talan um bólkar á í minsta lagi 10 fólk, sum ferðast saman báðar vegir, kunnu tit seta tykkum í samband við okkum, og vit hjálpa tykkum við at samanseta ferðina soleiðis, sum tit ynskja. Vit hava m.a. bólkaferðir til Athen, Pragh, Rom, Barcelona...

Hetta kunnu verða ferðir bæði til skúlaflokkar, bindiklubbar, arbeiðspláss, familjútúrar - hvat sum helst!

Ring á 476363 ella send ein teldupost á Denne email adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den. , og bið um eitt tilboð.



 

Bólkatreytir við Atlantic Airways:

Bólkaprísurin er treytaður av, at øll fylgjast báðar vegir. Hevur onkur hug at fara fyrr avstað ella koma seinni heim, mugu vit splitta viðkomandi úr bólkinum og kanna, hvønn prís vit fáa tann ávísa dagin. Legg til merkis, at tað kostar at broyta ella at fara úr einum bólki.

Tá ið depositum ella restupphædd skal gjaldast, skal tað vera gjørt samlað fyri bólkin – ikki ein og ein.

Tað er allarbest, um vit hava ein kontaktpersón úr bólkinum, og at tit altíð tosa við sama persónin á Fonn Flog, so skil verður í.

Vit mugu hava tykkara fullu nøvn, (tey, sum standa í passunum) í seinasta lagi tveir mánaðar áðrenn fráferð. Í seinasta lagi ein mán. áðrenn fráferð verða ferðaseðlarnir útskrivaðir, og tí mugu teir eisini vera goldnir tá. Eftir at ferðaseðlarnir eru útskrivaðir, kunnu teir broytast við at gjalda min. kr. 700 pr. pers. pr. strekki, treytað av at sami klassi er tøkur.
Biskupsstøðgøta 10 - Box 109 - FO-700 Klaksvík - Tlf. +298 47 63 63 - Fax +298 47 73 73
SMS á Trapputrøðni - FO-100 Tórshavn - Tlf. +298 47 63 63 - Fax +298 31 73 83
Brug af cookies
Hjemmesiden bruger cookies.

Cookies er nødvendige for at få hjemmesiden til at fungere og hjælper os med at levere vores tjenester. De oplyser hvordan du bruger vores hjemmeside og hjælper os med at forbedre din og andres oplevelse af hjemmesiden.

Klikker du videre på hjemmesiden, accepterer du vores brug af cookies.

Ønsker du at slette cookies kan der findes vejledninger på Google, se mere her.

OK, forstået!